Petur og Bet You Can´t Dance (to this)

Petur Háberg, systirin Guðrun Háberg og el-gittaristurin Bartal Augustinussen spæla intimkonsert í Sirkus í kvøld. Tey eru best kend úr bólkinum Bet You Are William, men hesa samansetingina nevna tey Bet You Can´t Dance (to this).

 

Spurdur, hvat tað er, sum tey trý gera saman, greiðir Petur frá, at tað er ikki alt, ið hann ger, sum passar inn í Bet You Are William konseptið.

 

- Í BYAW eru tað nógv riff, breaks og gongd í, men mann situr eisini og skrivar ymiskt annað heima við hús, ið er stillari og meira akustiskt, segði Petur við MESS í februar. Tískil navnið Bet You Can´t Dance (to this).

 

Umframt nøkur fá BYAW løg, meira akustisku balladurnar hjá Peturi og cover av kultaðum 90´ara løgum fara Guðrun og Bartal, sum eisini hava sítt heilt egna tónleikaprojekt koyrandi, at spæla nøkur egin løg.

 

Hetta kann upplivast í kvøld í Sirkus kl. 21.00.