Petur sigur farvæl

Tað verður seinasti dysturin hjá Peturi Mohr sum GÍ-venjari á hesum sinni, tá gøtumenn spæla í Vági leygardagin. Petur hevur gjørt av, at hann ikki longur verður venjari hjá GÍ, tí hetta sampakkar illa við borgarliga starvið, og gøtumenn hava í eina tíð sóknast eftir nýggjum venjara. Enn er tó ikki greitt, hvør hesin verður. Ein svii var í farnu viku í Gøtu at kunna seg um umstøðurnar, men sum skilst hevur hesin fingið boð um, at tað ikki verður hann, ið verður settur í venjarasessin.