Piaf - mýta og veruleiki

Sigrún Vilbergsdóttir, sum leikstýrir sýninguna Piaf í Sjónleikarhúsinum, hugleiðir um Piaf og lív hennara.

Søgan um Edith Piaf sermerkt, um ikki endiliga serstøk, sigur Sigrún Vilbergsdóttir, leikstjóri, um høvuðspersónin í leikverkinum, sum verður frumsýnt í annaðkvøld í Sjónleikarhúsinum. Tað serliga við Piaf er sjálvandi, at hon gjørdist so øgiliga kend og tískil ikki løgið, at roynt verður at mjólkað, ikki at siga at blóðtroyta hesa søguna. Tak t.d. hesa lívsseigu søgnina, ið vil vera við, at Piaf kom í heimin á gøtuni, at mamman átti hana liggjandi á kappanum hjá einum løgreglumanni. Í ævisøguni, sum Piaf sjálv skrivaði, Eydnuhjólið eitur hon, sigur hon hinvegin, at mamman barslaði innangátta á eini føðideild. Tað, sum kortini er merkisvert við Piaf, er, at hóast hon syngur á fronskum og gerst hon gitin javnt í Amerika sum í Fraklandi. Tað var ikki sørt av einum bragdi.
    Blaðm.: Tú nevnir gloppið millum mýtu og veruleika í tí, sum sagt verður um Piaf, men eur allar tær søgur, ið ganga um hana uppspuni, meðni?
    Nei. Hon varð uppdagað úti á gøtuni t.d. Tað er ikki hvørki skrøgg ella uppspuni. Ein náttklubbaeigari, Louis Leplée rakti við hana ein dagin, hon stóð saman við einari vinkonu og sang við eitt gøtuhorn við Rue Troyon í París. Hetta var mitt í tretivunum onkuntíð. Hann hjálpti henni fram, gav henni høvi at syngja í ymsum klubbum og fekk hana eitt sindur kenda. Seinni vildi so syrgiliga til, at menn, sum Piaf hevði verið í hósslagi við, okkurt útskot, skutu og myrdu Louis Leplée. Morðið kom Piaf í ringt orð. Eitt skifti vildi eingin hava nakað við hana at gera. Men sjálvandi, tá ið fólk kemur fram, ið hevur so úrsýndar gávur, so kann fátt forða tí. Ymsar søgur um uppvøkst hennara hava eisini hald í veruleikanum. Eitt nú tað, at hon ein stóran part av barnaárinum var hjá ommu sínari, sum var húsarhaldskona á einum horuhúsi í Normandínum, og at hon í ungdómsárunum ferðaðist um Frakland saman við pápa sínum, einum gøtu-akrobati. Tað er eisini satt, at mamma hennara, ein fimtafloks sangkona, lítið legði í dóttur sína og læt brennivínskropparnar, foreldrini hjá sær, hava hana um hond. Og Piaf gekk ongantíð í skúla heldur, ikki ein einasta dag. Hon var í einum og øllum sjálvlærd ella lærdi tað, hon dugdi, av fólki, ið var um hana. Og ymiskt, sum ljóðað hevur um ta óflættiligu lítilsvirðing, hon hevði fyri borgarligum siðareglum, og um lívsstíl hennara, man passa nokkso væl við. Hon hevði eitt ótal av elskarum, oftast ungar menn við sangávum, sum hon hjálpti fram. Teirra millum eitt nú Yves Montand.
    Blaðm.: Nær verður Piaf av álvara kend?
    Hon er longu rættiliga kend í Fraklandi undan krígnum. Eftir kríggið fer hon so til Amerika. Har gekk eitt sindur striltið hjá henni at byrja við, men skjótt gjørdist hon ein stór stjørna har yviri. Vit tosa um fjøriti- og hálvtrýssárini.
    Blaðm.: Hvat er tað, sum ger Piaf so mikla?
    Eg haldi, at tað er tað, at hon ongantíð slakar í list síni. Hetta skilur hana frá øðrum ella sum vit siga á íslendskum, setur mark millum feigan og ófeigan. Hon veit nágreiniliga, hvussu tekstirnir skulu vera, hvussu orðini skulu falla. Hon dugir óvanliga væl á at skyna, um eitt lag er gott ella ikki, og so hevur hon eisini sína egnu, frumligu sangtøkni. Tað ger munin. Hon er eitt stórt listarfólk. Hon hevur okkurt gandakent í sær og sterka atdráttarmegi.
    Blaðm.: Men hetta leikritið hjá Pam Gems, er hetta eitt slag av heimildarverki?
    Nei, tað er tað sum so ikki. Verkið viðger líkasum tað, sum hendir aftan fyri tjøldini. Samanbera vit við fótbólt, t.d. ein dyst í heimsmeistarakappingini, so gevur leikurin okkum innlit í tað, sum fer fram í skiftirúminum undan dystinum, millum hálvleikirnar og aftaná. Hetta er eitt ógvuliga væl skrivað leikrit, sum partvíst styðjar seg við eina bók, sum hálvsystirin skrivaði eini tíggju ár eftir, at Piaf doyði. Pam Gems brúkar, sum sagt, hetta tilfarið. Hon tekur ymiskar persónar, eitt nú elskarar hennara (hon hevði eitt ótal av elskarum) og ymisk viðurskifti í lívinum hjá Piaf saman, og ger sína søgu burturúr. Fólk verða ikki nevnd við røttum navni, uttan ein, heimsmeistarin í boksing Marcel Serdan. Hann var unnusti Piaf eitt skifti, men doyði í einari flogvanlukku. Soleiðis ger Pam Gems ein flottan dramatiskam boga gjøgnum gjøgnum lívið hjá Piaf. Leikritið lýsir øðrumegin tíðina, frá tí Piaf var uppdagað og alt var í uppgongd, til hon hittir Serdan og lívseydnan so at siga er í hæddini, og hinumegin tíðina eftir, at hon varð víðgitin, tá ið tað so smátt fer at halla undan í privatlívi hennara. Hon varð fyri fleiri bilvanlukkum. Alkohol og rúsevnismisnýtsla fóru av álvara at vinda upp á seg og at enda giftist hon fyri aðru ferð við einum griskum sangara, Theo Serapi, ið var sjey og tjúgu ár yngri enn hon.
    Blaðm.: Tað ljóðar sum fekk hon eitt ólukkuligt lív, hóast ta listarligu vælgongdina?
    Tað er spurningurin, hvat er lukka. Hjá henni vær eydnan ikki pengar. Hon legði einki í pengar. Gav alt burtur, ið hon tjenti, ikki eitt oyra lá eftir hana. Sjálv sigur Piaf í einum viðtali, sum var gjørt við hana, stutt áðrenn hon doyði: Eydnan. Hvat er eydna? Er fólk yvirhøvur eydnuríkt? Ert tú eydnurík tíggju minuttir hvønn dag, so er væl sloppið. Eg hugsi at hon við hesum sipaði til, at fyri hennara viðkomandi var eydnan at syngja. Hon var eydnusom, tá ið hon sang og hon sang heilt fram í andláti. Helt sína seinastu konsert saman við hesum Theo Serapi í Marseilles, beint áðrenn hon doyði.