Pílarnir peika heilt hvør sín veg

Meðam NSÍ hevur vunnið fulla úrtøku seinastu tríggjar ferðirnar, so hevur 07 Vestur einki stig vunnið

Fyrsti dystur í síðsta triðingi av hesum kappingarárinum verður í kvøld. Fyrsta bríksl á Dungasandi í Sørvági verður klokkan 18.30.

 

NSÍ er gestur hjá 07 Vestur. NSÍ er á fjórða plássi við 34 stigum, og 07 Vestur er á sætta plássi við 21 stigum. B36 er á fimta plássi við 26 stigum.

 

07 Vestur hevur tvær ferðir fyrr í ár verið í Runavík. Fyrru ferðina vann NSÍ 4-1, og seinnu ferðina vann NSÍ 4-0. Tá var støðan longu i fjórða minutti 2-0.

 

Síðani 07 Vestur 30. juni vann 1-0 á heimavølli ímóti ÍF, er tað ikki eydnast vágamonnum í trimum dystum at skora mál. Umframt 4-0 á útivølli ímóti NSÍ hevur 07 Vestur tapt 4-0 á heimavølli ímóti KÍ, og síðsta vikuskifti var tað vónbrot at tapa 1-0 á útivølli ímóti B68.

 

Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur NSÍ vunnið fulla úrtøku. Umframt 4-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur hava úrslitini verið 4-1 á útivølli ímóti B68 – á ólavsøku – og 3-0 á heimavølli ímóti Skála.

 

Hjá NSÍ er Beinir Nolsøe, sum hevur verið sera eyðsýndur miðvallari, og sum í vikuni skrivaði undir nýggjan tvey ára sáttmála við barndómsfelagið, á beinkinum saman við eitt nú Betuel Hansen.

 

Hjá 07 Vestur er miðverjin Hans Erik Gunnarsson aftur í kvøld á beinkinum saman við eitt nú Jóannis á Steig.  

 

 

 

07 Vestur – NSÍ kl. 18.30

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

07 Vestur: Sebastian Linnet John – Kevin Egell-Johnsen, Jónas Prior, Sonni Ragnar Nattestad, Filip Brattbakk – Janus Svabo Samuelsen, Teitur Olsen – Mikkel Elbæk Jakobsen, Jón í Horni Nielsen, Emil Grønn Pedersen – Oddur í Haraldstovu Petersen

 

NSÍ: Kristian Joensen – Pætur Hentze, Mirza Mujcic, Lars Agardius, James Michael Drye – Mórits Heini Mortensen, Yassine El Quatki, Steffan A. Løkin – Janser Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen