Pingvinir eru betri enn Potter

Herfyri vann pingvin animatiónsfilmurin ?Happy Feet? á Harry Potter nr. 5-filminum sum besti animatiónsfilmur í Bafta-kappingini. Bafta-prísurin er tann enska útgávan av tí amerikanska Oscarinum, men ein barna-Oscar finnst ikki.

Barna-Bafta-prísurin hevur verið til í 12 ár og ársins filmur bleiv her Happy Feet, sum eisini hevur vunnið ein Oscar fyrr í ár.

 

The Simpsons filmurin vann tó á ?Happy feet? sum ársins filmur valdur av børnum undir 16 ár.