Pinochio

Hvør skuldi trúð tí, at hetta sera spennandi barnaævintýrið skuldi fáa eina tílíka miðdepil-støðu í »Danmarks Riges Diktaturokkupation«, sum í dag breiðir seg yvir alt samfelagið?


Vit uppliva í dag, hvussu vaksnir menn stíga fram og sleingja tí einu lygnina fyri og aðra eftir út millum fólk, gjøgnum bløð og sjónvarp v.m.

Hetta minnir um tað, sum stendur skrivað í Esaias: 59.4. »Eingin er, sum lyftir rødd sína fyri rættvísina, og eingin flytur mál á ærligan hátt; tey líta á fáfongd og tala lygn, tey ganga við vanlukku og føða órætt«.

Undirritaði kann av sonnum lívsroyndum vitna um hetta, at allir »Samfelagssjakalar« (advokatar) við fylgi hava tað serútbúgving, at teir kunnu forleingja eina søk sum tað passar teimum, til tess at tryggja sær sjálvum arbeiði við góðari løn fyri lívið og nakað væl aftrat.

Fyri mítt viðkomandi tók tað 7 ár hjá einum advokati at rætta ein feil, sum einans nýttist at taka 7 minuttir at rætta uppá, men tað kostaði mær tað hvíta úr eygum mínum.

Viðvíkjandi hesi bankakanning, sum nú hevur verið undir skurðviðgerð í so langa tíð, at ylur er komin í rúgvuna, ja, so kann ikki annað sigast enn at tað sama ger seg galdandi her. Um viljin er til staðar, so kann hendan kanning uppklárast til fulnar eftir fáum vikum, men viljin verður ístaðin brúktur til at forleingja søkina eins og danski grísurin er forlongdur, til tess at vinna fleiri pengar í sjáttur sínar.

Men sum sagt, so er hetta bankamálið júst nú í andglettinum, og tað er ikki eiti á, hvussu tungan verður spent til at skjóta sínar lygipílar gjøgnum luftina fyri at fjala útyvir rotinskapin.

Hesa seinastu tíðina hava teir donsku embætismenninir havt úr at gera við at senda hvørjum øðrum eina »NØS«.

Men 2+2=4 og NØS+NØS=longri nøs, men til endan verður nøsin so long, at lygubogaskjúttararnir seta seg sjálvar fastar, av tí at teir fáa ikki vent sær meira fyri langu stóru nøsini!

Jeremias 6:15 úttalar seg soleiðis:

»Teir skulu verða til skammar, tí teir hava gjørt tað, ið viðurstyggiligt er. Ikki smæðast teir, og ikki bítur skomm á teimum; tí skulu teir falla millum teir, ið falla; táið tíð Mín kemur at heimsøkja teir, skulu teir snáva - sigur HARRIN«.


Ja, kundu vit allir sansað

rætt,

tá hevði tað skjótt í

Føroyum batt.


Kendi føroyingur aftur við

sjálvur sær,

at hann av sonnum føroy-

ingur var,

tá gróðu brátt aftur tey

ólívssár,

sum vit hava fingið ár eftir

ár.


Brot úr yrking hjá Jóannes Patursson.


Símun A. Klein