Tos hevur verið um at Pipar og Salt aftur skal síggja dagsins ljós í 2009, og Sjúrður Skaale sigur at møguleikin avgjørt er til staðar.
Vit kenna øll Esmar Eysturoy, Torstein í Sumba, skótan í Bø og teir ymsu persónarnir ið hava mynda Pipar og Salt seinastu nógvu árini. Og nú er møguligt at vinmenninir Sjúrður og Jákup aftur trína á føroyskan pall við væl umtóktu skemti sendingini Pipar og Salt. Sjúrður Skaale sigur við Sosialin, at tos hevur verið um at gera eitt hvørt Pipar og Salt tiltak seinni í árinum, men hann vil ikki avdúka hvørjar ætlanir teir báðir vinmenninir hava júst enn. Sjúrður sigur, at einki er avtala enn, men at teir báðir vinmenninir hava tosað um at trína á pallin enn einaferð.