Sjónleikarin, sum gjørdi heimsins sterkastu gentu livandi í sjónvarpi, 59 ára gamla, Inger Nilssons, avdúkar nú næstan 50 ár eftir upptøkurnar sum ”Pippi”, at viðurskiftini við apuna harra Nilson avgjørt ikki vóru serliga hugnalig ella yndissæl.
- Í leikinum er apan at síggja til bæði fitt og blíð, men í veruleikanum var hon bara blíð móti familjuni, vit lántu hana frá. Eg haldi, at apan av álvara misteivst undir upptøkunum, sigur fyrrverandi sjónleikarin við svensku ávísina, Expressen.
Í leikinum býr Pippi einsamøll í húsinum Villa Villekulla saman við prikkuta hestinum, Lítla Gubba og apuni, harra Nilsson, meðan pápin siglur á teimum sjey heimshøvunum. Bæði dýrini høvdu sín leiklut, tá Pippi gjørdist til eina raðsending í sjónvarpinum í 1969.
Inger Nilsson sigur, at apan var týðiliga nervøs, áleypandi og slett ikki fitt í hennara nærveru. Neyðugt var eisini binda apuna fasta til ”Pippi” við einum sela, soleiðis at hon ikki skuldi rýma. Men, hetta sóu hyggjararnir ikki, tí selin varð goymdur undir troyggjuni, sum apan var í.
Tá Inger Nilsson hugsar aftur yvir tíðina við upptøkunum, fær hon ringa samvitsku. Hon heldur ikki, at viðfaringin av apuni var hóskandi. Hetta sást eisini aftur í reaktiónunum hjá apuni, sum bæði beit, pissaði og skeyt á ”Pippi” hvørja ferð, møguleikin var har.
Hinvegin vóru viðurskiftini millum hestin, Lítla Gubba og ”Pippi” nógv betri, og eftir upptøkurnar av sjónvarpssendingunum fann Inger Nilsson sær sín egna hest.