PISA kanningin - og hvat so?

Herfyri varð úrslitið av nýggjastu PISA kanningini almannakunngjørt.

Ikki heilt óvæntað vísti kanningin enn einaferð, at føroysku børnini ikki duga nóg væl at lesa – um enn ein glotti sýnist at hóma samanbera vit við seinastu kanning. Taka vit harafturat úrslitið av landsroyndunum hjá 4. og 6. flokki, vísir tað, at børnini kanska duga at lesa tekniskt, men at tey ikki skilja tekstin í nóg stóran mun.?Sum seinast, tá úrslitini vórðu almannakunngjørd, skaptu tey aftur hesaferð mikla øsing millum fólk. Nøkur nikka viðurkennandi við høvdunum, tí hetta høvdu tey eisini væntað, meðan onnur als onga meining hava um málið. Og so eru tað tey, sum halda, at hatta – altso PISA er nakað forferdiligt fjas. Tí, sum tey taka til, føroysk børn gerast eisini læknar og klára seg væl í øðrum londum. Og vit, vit komu jú eisini undan onkursvegna. Og so ikki at gloyma hatta við, at føroysku børnini duga so nógv onnur ting, sum kanningin sjálvandi ikki tók hædd fyri og, og, og. Jú, undanførslurnar eru nógvar. Sera nógvar. ?Líta vit aftur á fyrstu PISA - kanningina, varð undanførslan, sum vigaði mest hjá teimum, sum vóru móti slíkum kanningum, tann, at skúlarnir og næmingarnir ikki høvdu tikið kanningina í álvara, og at hon tí ikki var eftirfarandi. Men hendan undanførslan hevur í øllum førum ikki verið galdandi í nýggjastu kanningini, tí eftir at seinasta úrslitið elvdi til so nógv hóvasták, er tað heilt víst, at øll hesaferð hava tikið kanningina í álvara og gjørt sítt allar besta til tess at fáa eitt gott úrslit, sum kundi prógva, at heimurin tók feil, og at vit føroyingar avgjørt hoyra til klókastu fólk í heiminum. Men hvat varð so úrslitið? Jú, so  at siga tað sama sum seinast, tó við onkrum lítlum glotta. Men framstigini eru als ikki nóg stór til at kunna staðfesta, at  vit í fyrstu kanningini kláraðu okkum so illa, tí eingin tók kanningina í álvara.? Men heldur enn at finna undanførslur áttu vit at tikið úrslitið til okkum og hugt eftir, hvat vit sum lærarar, foreldur og samfelag kunnu gera til tess at bøta um úrslitið. Tvær reisur hava vit fingið staðfest, at okkurt er galið. Føroysku børnini eru alt annað líka ikki nóg væl fyri fakliga. Hetta noyðast vit at ásanna og mugu taka ávaringarnar til okkara heldur enn at stinga høvdið í sandin. Og so er tað fullkomiliga líkamikið, at vit, tá vit vóru ung, heldur ikki lósu og at okkurt hóast tað spurdist burturúr okkum. Tí tíðirnar eru avgjørt broyttar, og samfelagsligu krøvini til at hava ein ávísan lesiførleika hava ongantíð verið størri enn í dag.?Men í øllum hesum kjakinum, sum hevur staðist av PISA, so er tann faktorurin, sum vit øll sýnast at hava gloymt, at lesing er ein sera týdningarmikil partur av tí at gerast menniskja. Havi í hesum sambandi hug at sitera kenda familjuterapeutin, námsfrøðingin og guruin hjá foreldrum, lærarum og námsfrøðingum hesi seinastu árini Jesper Juul. Hann sigur nakað soleiðis:?Tað er sera týdningarmikið fyri foreldur at lesa so ofta sum møguligt fyri børnum. Tað er týdingarmikið fyri málsligu menningina og soleiðis møguleikan at klára seg í útbúgvingarskipanini, men hetta er tann minsti parturin. Tann týdingarmiklasti parturin er at síggja sambandið millum persónligheit og mál. Vit tosa ikki bara soleiðis, sum vit eru, men vit verða eisini, soleiðis sum vit tosa. Jú fátækrasligari mál børnini hava, minni fjølbroytta sjálvsmynd fáa tey. ?Tað vil siga, tað týdningarmiklasta er ikki, um barnið kemur heim við 10,3 í meðal ella 5, 6. Tað týdningarmiklasta er, at málsliga menningin hjá barninum er neyvt tengd at, hvussu barnið fatar seg sum menniskja. Og tað er tað týdningarmesta – tí er tað nakað vit ynskja, so er tað, at børn okkara kenna seg væl sum persónar – at tey hava eitt stórt sjálvsvirði.?Eitt annað, sum verður lágt raðfest í øllum hesum málinum, er, at tað í veruleikanum er í bókunum, at vit læra at vera menniskju. Tað er í bókunum, vit læra tolsemi, at rúma øðrum og soleiðis eisini okkum sjálvum på godt og ondt, sum danin segði.   ?Men tá tað so er sagt, vísa kanningar eisini, at vit foreldur hava eina ómetaliga stóra ávirkan á, hvussu skúlagongdin ella lesihugurin hjá barni okkara verður.?Henriette Romme Lund skrivar í greinini Læselyst – hvad er det? um ymiskar kanningar, sum hon hevur gjørt av ávikavist børnum, sum elska at lesa og børnum sum ikki dámar at lesa. Kanningarnar vístu heilt greitt, at tey børnini, sum elskaðu at lesa, høvdu foreldur, sum lósu nógv, og sum regluliga vitjaðu bókasøvnini saman við børnunum. Harumframt góvu foreldrini børnunum bøkur í jóla- og føðingardagsgávu og vístu á tann hátt, at tey stuðlaðu børnunum í lesiáhuganum.?Kanningarnar vístu harumframt, at tey børnini, sum ikki dámdu at lesa, høvdu foreldur sum at kalla ongantíð lósu. Tá tey lósu, lósu tey vikubløð og tilboðsavísir. Hetta elvdi til, at børnini ikki høvdu serliga stórar tankar um bøkur og tað at lesa. Hesi børnini settu lesing í samband við nakað keðiligt og við niðurlag í skúlanum.?Nógv hevur verið prátað um hesar 200 bøkurnar, sum skulu vera skeringspunktið fyri, hvussu børnini klára seg viðvíkjandi lesing. Fer mann eitt sindur longri enn tað og hyggur eftir, hví børnini  klára seg betri enn hini, sum ikki vaksa upp við 200 bókum, so liggur sannleikin kanska heldur í tí, at í heimunum við fleiri enn 200 bókum hava børnini fyrimyndir, sum lesa. Tí fólk, sum ikki lesa av áhuga, hava líkasum onga orsøk til at seta bøkur upp á hillarnar. Tað vil siga, at tað er sannlíkt, at foreldrini í heimum við 200 bókum eisini lesa. Børnini síggja hetta og gera sum foreldrini. Tað er langt síðani at tað varð staðfest, at børn ikki gera sum foreldur siga, men sum tey gera.  Harumframt kanst tú ikki vænta, at børn fara at lesa , um ikki tey hava bøkur rundanum seg. Tað er nú einaferð lættari hjá børnunum at lesa, um spennandi bøkur standa frammi á kamarinum ella í stovuni. Eru ongar bøkur í nærumhvørvinum hjá barninum, kanst tú vera nokk so vísur í, at tey ikki fara at lesa av egnum huga ella initiativi. Og hetta førir okkum so til undanførsluna sum ljóðar: í mínum barnaheimi vóru ongar bøkur, og eg elskaði at lesa. Undirforstaðið, okkara børn eru ikki øðrvísi enn vit. Men tað er jú akkurát tað, tey eru. Vit høvdu ikki: fartelefon, teldu, nintendo DS, Playstation og WII sum kappaðist um okkara frítíð, og júst hetta er orsøkin til, at vit, í mun til okkara foreldur, noyast at gera eitt tilvitað arbeiðið, tá tað kemur til lesing hjá børnum okkara. Og tað er alt ov lætt og avgjørt at renna frá okkara ábyrgd sum foreldur at siga: “Jamen, Jens tímir ikki at lesa, hann vil bert spæla teldu”. Vit vita, sum foreldur, at tað er ikki gott, at børnini sita framman fyri ymsikar skýggjar dagin á tamb – heldur ikki um tey sita saman vinum. Vit mugu sum foreldur vísa okkara børnum vegin til bókina m.a. við at lesa fyri teimum.?Men hinvegin vit gjalda jú skatt í langar banar, so í grundini má tað vera skúlin, sum hevur evstu  ábyrgdina av undirvísingini hjá børnum okkara. Skúlin hevur ábyrgd ja, men evsta ábyrgdin liggur hjá foreldrunum. Ein skúlatími er 45 minuttir. Tekur tú fimm minuttir av til spill í samband við at byrja tíman og aðrar 5 minuttir til at pakka saman og enda tíman, eru 35 minuttir efitr til undirvísing. Í flestu flokkum eru 24 næmingar, tvs. 1 og ein hálvan minutt til hvørt barnið. Ikki nógv, tá hugsað verður um, at tú sum lærari bæði skalt  læra barnið nakað nýtt fakligt, læra tað at vera sosialt umframt vekja hugin og alsk til læring.?Tað kann tykjast eitt sindur torført at skilja, hví vit sum foreldur skulu lesa fyri og við okkara børnum. Tí havi eg valt at illustrera tað við einum fótbóltsdømi. Hetta dømi áttu øll at kunna skilt og ført yvir á lesing. Og við tí í huga tikið í egnan barm heldur enn sett spurnartekin við góðskuna á PISA kanningini.? ?Ímynda tær eitt barn, sum venur fótbólt saman við foreldrunumí ein tíma um dagin alt summarið, frá barnið er 3 ára gamalt, til tað er 8 ár (maj, juni, juli og august = 120 tímar um árið í 5 ár).?Ímynda tær so eitt annað barn, sum ongantíð hevur spælt fótbólt – tað hevur onga venjing, hevur ongantíð sett fótin á bóltin, hevur ongantíð skotið upp á mál og hevur næstan ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst.?Ímynda tær so, at bæði fara at ganga til fótbólt sum 7 ára gomul. ?Stórur munur er á, hvørjum støði hesi børnini eru á. ?Hetta er at sammeta við tann munin, sum er millum næmingar, har foreldrini hava lisið fyri børnum, áðrenn tey fara í skúla og so teim børnum, sum ikki hava hoyrt søgur. Og nú er ikki torført at skilja at tað eisini verður stórur munur á, hvat hvørt barnið fær burturúr undirvísingini...?Sjálvandi kunnu vit altíð seta spurnartekin við kanningar sum PISA, men kanningin vísir alt annað líka, at vit samanborið við onnur lond eru verri fyri. Tá nú allar kanningar benda á, at heimini hava ein stóran leiklut, tá hugsað verður um, hvørt barnið fer at dáma at lesa ella ikki, so er tað kanska eisini her, vit skulu seta mest inn. Vit foreldur eru fyrimyndir, og vit mugu ganga fremst, tá arbeiðið skal gerast.?Góðan lesihug!