Frystilínuskipið Pison, sum herfyri kom aftur av Flemish Kap, hevur nú landað í Ánunum í Klaksvík.
Hetta er greitt, eftir at In.fo hevur fingið nakrar myndir, sum eru tiknar í Ánunum fyrrapartin og sum vísa, at Pison at síggja til flýtur lætt í sjónum.
Sagt verður, at fiskurin er landaður og er koyrdur inn á frystigoymsluna á bryggjuni, har hann verður liggjandi - í øllum førum, til verkfallið er av.
In.fo hevur í morgun roynt at fingið fatur í skiparanum á Pison, formanninum í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og samskiparanum í Samtak, men tað hevur tíverri ikki eydnast.
Men, hetta hevur ikki eydnast, tí telefonin hjá teimum er ikki tikin. Hugsandi er, at formaðurin júst situr í hørðum sáttmálasamráðingum á Hotel Føroyum.
Vit ætlaðu at spyrja, um Pison hevur fingið undantak til landing frá feløgunum í verkfalli. Sum skilst, fer skipið nú á beding.
Frystulínuskipið Polarstjørnan, sum herfyri kom undan Grønlandi, hevur eisini ligið í Klaksvík og bíðað eftir landing.
Pison er gamli Vestfart, bygdur á Vágs Skipasmiðju í 1987. Kósin í Klaksvík og skiparin, Eyðstein Sørensen, eru høvuðseigarar í skipinum, sum er skrásett á Viðareiði.
Lesið eisini her: Velduga stór virðir kunnu fara fyri skeyti
##med2##