Nøkur pláss eru enn eftir á útbúgvingunum, sum byrja á Fróðskaparsetrinum í heyst. Á Føroyamálsdeildini verður tikið upp til B.A.. og M.A. lestur í føroyskum máli og bókmentum. Á Náttúruvísindadeildini verður tikið upp til B.Sc. ?lestur í ravmagnsverkfrøði, kolvetnisverkfrøði, jarðalisfrøði, teldufrøði og lívfrøði. Á Søgu- og Samfelagsdeildini verður tikið upp til hjánám í søgu og stjórnmálafrøði.
Upptøkutreytin hjá Fróðskaparsetrinum er, at tú hevur miðnámsprógv ella samsvarandi kunnleika. Umsóknarbløð og kunning fæst á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum www.setur.fo.
Umsóknir skulu sendast til Fróðskaparsetur Føroya, J.C. Svabos gøtu 14, Postrúm 272, 110 Tórshavn.
Umsóknarfreistin er tann 5. august, men fyri Søgu- og Samfelagsdeildina er umsóknarfreistin tann 1. august.
-hkm