Planbúskapur ella skipaður marknaður

Ræðumyndirnar, sum onnur hefta á uppskotini hjá Tjóðveldi um broytingar í fiskivinnuni, eru í veruleikanum neyvar lýsingar av støðuni í dag: Har vinnan skal gjalda milliónir fyri at fiska – til privat. Har politikarar brandskatta tey, sum tjena. Har strámenn og útlendingar kunnu fara við øllum rættindum. Og har eitt planbúskaparligt politiskt býti av møguleikum og virðum, stýrir vinnuni

Tað er at fegnast um, at fólk nú viðgera uppskotið hjá Tjóðveldi um tilfeingisbúð og fiskirættindamarknað – og finnast at tí. Vit hava viðgjørt tað í fleiri ár og lagt tað fram á ting og fyri fjølmiðlarnar 4 ferðir síðani 2005. Vit hava støðugt lagt dent á, at vit ikki halda okkum hava allar loysnir leysar og lidnar, men hava brúkt stóra orku at orða eitt uppskot, sum samráðast kann um og broytast.

Enn hava vit ikki sæð nakað annað uppskot ella boð uppá, hvør framtíðar bygnaðurin skal vera í føroysku fiskivinnuni, har øll fiskiloyvi jú ganga út í 2018.

Tí er sjálvsagt at harmast um, at uppskot okkara ongantíð hevur fingið eina veruliga viðgerð í fjølmiðlunum.

Ístaðin hava aðrir flokkar flokkast um alment at hefta ósonn spjaldur á uppskotini hjá Tjóðveldi. Her verður rópt um “eykaskatt” á vinnuna. At Tjóðveldi vil, at “fiskimaðurin skal gjalda fyri at fiska”. At vinnan við tjóðveldispolitikki fer at fáa “ótryggar karmar”, har ikki ber til at leggja til rættis. At “útlendingar, stórkapitalur og strámenn” fara at leggja seg á tilfeingið. Ella “at Tjóðveldi vil taka frá vinnuni og stýra henni sum planbúskap”.

Veruleikin er tann øvugti. Tjóðveldi vil júst broyta ta ótryggu og tilvildarligu planbúskaparligu skipan, sum er galdandi í vinnuni í dag.

Lat okkum tí hyggja at veruleikanum og hvat uppskotið hjá Tjóðveldi snýr seg um at broyta.

Planbúskapurin í dag
Støðan í føroyskum fiskivinnupolitikki í dag er hendan:

Vinnan og hvør einstakur aktørur í vinnuni noyðist hvørt ár at leggja trýst á landsstýrið ella samgonguna til tess at reka sína vinnu og fáa lut í virkseminum. Og tað fer fram uttan nakrar reglur ella kriteriir, sum eru ásettar eftir demokratiskari viðgerð.

Politikarar sita altso hvørt einasta ár niðri í driftini hjá hvørjum einstøkum skipi og reiðarí og gera av, um tey eru keypt ella seld. Vinnan má sita og bíða eftir einum landsstýrismanni, eini samgongu ella einum løgtingi, og noyðist at dríva hart lobby-arbeiði. Skip og reiðarí og fiskimenn, noyðast við bivandi hjarta at vóna, at avgerðirnar ikki taka grundarlagið burtur hjá teimum. Tak til dømis makrelin nú: Vit eru komin út í mars mánaða, og ongin veit, hvussu vinnurættindi til eitt milliardavirði skulu býtast.

Áhugin fyri stovnsrøkt og burðardygd
Tey, ið reka vinnuna og starvast í fiskivinnuni, hava sjálvsagdan áhuga í, at stovnarnir verða røktir so væl sum gjørligt og at veiðan er burðardygg. Tað er jú treytin fyri, at teirra vinnuvirksemi sum heild skal kasta av sær, og at til ber at sleppa av við fiskin til besta prís.

Men við núverandi skipan, har ein landsstýrismaður ella Løgtingið býta út fiskidagar og kvotur til hvørt einstakt reiðarí og skip, noyðist vinnan at trýsta á fyri at kvotur og fiskidagar ikki verða skorin, og eru so høgt sett sum gjørligt. Annars missir jú hvørt einstakt skip og reiðarí burturav sínum vinnuvirksemi.

Ein skipaður almennur marknaður
Uppskotið hjá Tjóðveldi um tilfeingisbúð ella fiskirættindamarknað snýr seg um, at heldur enn at politikarar sita og býta út loyvir, fiskidagar og kvotur til einstøk skip, so skulu fiskirættindini regluliga bjóðast út millum føroysk skip á einum opnum og skipaðum marknaði.

Tey, ið vilja og duga og dríva vinnu, bjóða so uppá uppá teir fiskidagar og kvotur, sum verða ásettar og sum vit samráða okkum fram til við onnur lond. Tey leiga sær harvið rættin at fiska í ávíst tíðarskeið ella í ávísum nøgdum. Tá tíðarskeiðið er lokið, verður so boðið útaftur – og óbrúkt rættindi fella innaftur.

Hetta er sostatt ein skipan, har farið verður frá politiskum býti av tilfeingi og vinnumøguleikum til eina skipan, har tað er marknaður og kapping í vinnuni, sum avger býtið og gongdina í vinnuni. Tey, sum fáa mest burturúr tilfeinginum og reka sítt vinnuvirksemi mest skilagott, kunnu harvið kappast undir skipaðum viðurskiftum.

Politikarar skulu eftir tilráðing bert áseta tað samlaða fiskidagatalið og samlaðu kvoturnar í ymsu bólkunum. Hvussu tað verður býtt, verður avgjørt av, hvussu skip og reiðarí bjóða og fáa sum mest burturúr.

Dømi: Toskakvota á Flemish Cap
Ígjøgnum mong ár baksaðust línuskip á Flemish Cap og vunnu okkum søgulig rættindi til toskafiskiskap har vesturi. Síðani varð veiðibann sett fyri tosk, og ongin føroysk skip hava roynt har seinnu árini.

Men nú varð mælt til varliga veiði aftur, og Føroyar eiga eina kvotu uppá á leið 2000 tons av toski á Flemish Cap. Talan er um stórt virði. Hvussu varð hetta virðið býtt? Til línuskipini, ið hava vunnið okkum rættindini?

Nei, landsstýrismaðurin gjørdi av at býta kvotuna til ein einstakan trolara. Uttan iva dugnaligt reiðarí og fólk. Men á hvørjum grundarlagi varð hetta býtið gjørt?

Við okkara uppskotnu skipan um útbjóðing á einum skipaðum marknaði, hevði hendan kvotan verið boðin út millum føroysk skip.

Strámannavirksemi
Skipanin er soleiðis í dag, at hon leggur upp til strámannavirksemi. Í dag kunnu sterkar peningakreftir keypa upp skip við fiskiloyvum og rættindum. Í prinsippinum kann ein sterkur útlendingur keypa tildømis allan nótaflotan ella partrolaraflotan. Og so kann hann selja hann víðari ella spekulera í teimum rættindum, sum fylgja við.

Í okkara uppskoti stendur púra greitt – hóast eitt nú Jørgin Niclasen støðugt sigur ósatt um tað – at boðið verður út millum føroysk skip, ið eru góðkend at reka fiskivinnu undir føroyskari lóg. Og tú skalt lúka allar treytir um skattskyldu í Føroyum. Og onki “millumlið” kann keypa sær rættindi.

Sostatt er okkara uppskot ein stór forðing fyri strámannavirksemi og spekulasjón. Tá tú ikki kann keypa tær rættin at fiska í meira enn styttri tíðarskeið og noyðist at brúka rættin, áðrenn hann fellur innaftur, ber ikki til hjá nøkrum at keypa sær rættin til fiskin ella selja hann víðari.

Ikki “hægstbjóðandi” ið kann keypa alt
Tann skipanin, ið vit skjóta upp, er ikki soleiðis – sum ført hevur verið fram – at alt verður selt til “hægstbjóðandi”. Veit ikki hví, at fjølmiðlar hava sagt tað. Hinvegin verða rættindini regluliga bjóðað út í styttri tíðarskeiðum og nøgdum, og skulu nýtast, áðrenn tíðarskeiðið er runnið. Og tey, ið liggja innanfyri ein minstaprís, tá øll boð eru komin inn, fáa rættindini fyri sama prís.

Í dag kunnu hinvegin hægstbjóðandi keypa upp øll fiskirættindi umvegis skipini og loyvini.

Gjalda fyri at fiska og spekulasjón
Tá ið vit regluliga bjóða fiskirættindini út í hóskandi tíðarskeiðum og tey fella innaftur, um tey ikki verða nýtt, so verður ikki gjørligt hjá nøkrum at spekulera í at leggja rættindi undir seg og síðani at selja tey víðari á privata marknaðinum.

Tað er hinvegin støðan í dag. Tey, ið ikki nýta tey loyvir og rættindi, tey hava fingið býtt út politiskt, kunnu selja bæði loyvir og rættindi víðari. Og tey, ið veruliga dríva vinnu, noyðast at gjalda fyri at fiska til onnur privat.

Eykaskattur og brandskatting
Fleiri skíra uppskotið hjá Tjóðveldi eykaskattog brandskatt á vinnuna. Tað er júst øvugt.

Við eini útboðsskipan, eru tað ikki politikarar og embætisfólk, ið áseta eitt gjald á vinnuna. Tað verður vinnan og marknaðurin, ið gera av, hvussu tey meta, at tey kunnu bjóða og framvegis hava eitt skilagott skiftisavlop. Er marknaðarprísurin á ávísum fiskaslagi fiski høgur, kann prísurin fara upp. Er hann lágur, fer prísurin sjálvandi niður.

Alternativið er, sum Fólkaflokkurin hevur skotið upp, at brandskatta tær vinnur, ið bera seg, við upp til 80%. Tað rakar bert tey, sum fáa tað at bera til, og skapar ikki góðar kappingartreytir.

Nógv bíligari fyri vinnuna
Fyri vinnuna vil ein skipað almenn útbjóðing av fiskirættindunum eisini verða munin bíligari, enn skipanin í dag.

Í dag noyðist tann, ið vil sleppa framat nýggjum ella øktum fiskirættindum at keypa sær gomul skip við fiskiloyvi fyri ovurprís til tess at sleppa framat. Tú skalt hava rættiligar nógvar milliónir aftanfyri teg, um tú yvirhøvur skalt kunna gera hetta. Eisini noyðast summi at keypa seær fiskidagar ella kvotur frá øðrum, ið ikki brúka rættindini.

Harvið verður kapitalur støðugt tikin úr vinnuni og kapitalkostnaðurin hjá teimum, sum eftir eru, er sera tungur. Rentur og avdráttir til fíggingarstovnar fáa fleiri og fleiri at hoykna, sum støðan er, og ongin kapitalur verður eftir til at endurnýggja flotan.

Við okkara uppskoti skal vinnan bert gjalda prísin fyri sjálvt vinnutólið – ikki fyri fiskiloyvir. Og tá bjóðast skal uppá fiskirættindi á einum skipaðum marknaði, krevst munin minni av kapitali. Gevur driftin hampiligt yvirskot, verður eisini gjørligt at bjóða uppá fiskirættindini.

Korrupt skipan – ikki korrupt fólk og vinna
Um tað er politisk vælvild ella tilvild, ið ger av, hvussu hvørt einstakt vinnuvirki kann fáa nakað burturúr so stórum samfelagsvirðum og hvør sleppur framat, er ikki talan um eitt skipað og demokratiskt rættarsamfelag. Og tað er tí, at eg havi sagt, at um vit vilja verja og fasthalda eina slíka skipan, so er talan um eina korrupta skipan.

Tað merkir als ikki, at eg skíri vinnuna korrupta. Tvørturímóti er tað sera væl skilligt, at allir aktørar í vinnuni noyðast at gera vart við seg og trýsta á allastaðni, tí hetta ger jú av, um tey liva ella ikki liva í vinnuni.

Tað er altso skipanin, sum er skeiv, og hana hava vit ábyrgd av at broyta.