Planet awards aftur komandi ár

Jonhard Hammer, stjóri á Rás2, var ikki í iva, tá hann var spurdur, um vit aftur kunnu vænta okkum eina Planet-handan komandi ár.

-Ja, vit hava longu sett ein bólk at arbeiða við tiltakinum komandi ár. - Tiltakið byrjaði uppi á Hotel Føroyum, har vit høvdu tað tvey ár á rað. Ì fjør fluttu vit tað oman higar í Miðlahúsið, mest sum eina neyðloysn, og í ár var tað aftur ein neyðloysn at hava tað her niðri, greiðir Jonhard Hammer frá.

Men komandi ár verður tað vónandi aftur eitt stórt tiltak.  

- Tað hevur stóran týdning at geva tónleikarunum eitt herðaklapp og at heiðra tey bestu. Hetta er gott promotion og gevur mót til at taka tónleikin næsta stigi eisini, sigur stjórin á Rás2.