Planetin fann nýggj nøvn

Boys In A Band og Guðrið Hansdóttir hava verið profilar í føroyskum tónleiki seinasta árið, og tey kláraðu at koppa Eivør og Teit av trúnuni, tá ið Planet virðislønirnar vórðu lætnar millum jóla og nýggjárs

Tað vóru ikki The Ususal Suspects, sum vunnu Planet virðislønirnar 2007.

Stór broyting var í nøvnunum, sum tóku ímóti, tá ið tær seks virðislønirnar vórðu lætnar til galla-tiltak í Miðlahúsinum í Vágsbotni fríggjakvøldið í farnu viku.

Hesaferð vóru tryggir vinnarar frá undanfarnu árum – Teitur Lassen og Eivør Pálsdóttir – tilnevnd til onkrar virðislønir, men tað vóru onnur, sum vunnu hesaferð.

Boys In A Band hava verið tað stóra navnið seinastu tíðina, og teir fóru eisini við tveimum virðislønum, og Guðrið Hansdóttir, sum var tilnevnd til tríggjar virðislønir, vann eina av teimum. Saman við teimum kundu Lena Anderssen, The Ghost og Bjørk lata seg heiðrað til Planet tiltakið.


Nógv upp á tal

Seks Planet virðislønir vóru lætnar umframt eitt serligt Planet herðaklapp til onkran, sum hevur gjørt eitthvørt serligt fyri føroyskan tónleik.

Ein dómsnevnd, sum var mannað við Niels Una Dam, Maluni Eyðunsdóttir, Sólarn Solmunde og Jónhild Nielsen, hevði gjørt tilnevningarnar til tær seks virðislønirnar, og so var tað upp til fólk at atkvøða við sms-boðum. Atkvøðurnar frá almenninginum og atkvøðurnar frá dómarunum vórðu síðani lagdar saman, og vinnararnir kundu finnast.

Dómsnevndin hevur í sínum arbeiði at gera tilnevningarnar tikið atlit til ymisk viðurskifti, men endamálið hevur sum so ikki verið at gera eina rættvísandi mynd av virkseminum í føroyum tónleiki, men heldur at vísa á tey, sum á onkran hátt hava staðið fyri nøkrum góðum ella spennandi.

Niels Uni Dam, formaður í dómsnevndini, viðurkendi í sambandi við Planet tiltakið, at tað vóru eisini fleiri góð nøvn, sum ikki høvdu fingið nakra tilnevning, tí pláss var heilt einfalt ikki fyri øllum teimum, sum høvdu uppiborið at verið tikin við.

Og tað vóru eisini tey, sum saknaðu nøvn á tilnevningarlistanum – nøvn sum Høgni Reistrup, Eyðun Nolsøe og Salt.


Spenningur í luftini

Fólk vóru spent til Planet tiltakið í Miðlahúsinum – og kanska leggja tónleikarar meira í slíkar virðislønir, enn teir ofta latast.

Í onkrum einstøkum bólki var favorittarnir so stórur, at tað slapst ikki undan honum, men tá ið almenningurin eisini sleppur at atkvøða, so kann alt henda.

Tað var tó spenningur í luftini, tá ið ymsu vinnararnir vórðu kunngjørdir á pallinum – og beinleiðis á Rás 2 – og tað vóru eisini fegnir vinnarar, sum tóku ímóti virðislønunum.