Klokkan 13 høvdu 20,8 prosent verið á vali í Klaksvík, hetta svarar til 808 fólk. Síðani valhølini lótu upp, hevur ein javnur streymur av fólki verið á vali.
- Vit halda at fólk eru hugagóð og spent, her møta nógv fólk upp, sigur Eydna Klakkstein Thomsen, forkvinna í valstýrinum í Klaksvík.
Hon heldur at góða vallutøkan møguliga kemst av at fólkatingsval júst hevur verið, og at fólk framvegis eru í valhýrið.
Á seinasta løgtingsvali høvdu 15,4 prosent greitt atkvøðu klokkan 13, hetta svarar til 593 fólk.










