Allir sangir eg syngi gerast ógvuliga persónligir fyri meg, greiðir Eivør Pálsdóttir frá í samrøðu við PlayStation í samband við spælið God of War, sum hon eisini hevur lagt sang til.
Sangurin sum Eivør Pálsdóttir syngur í spælinum »God of War« umboðar mammu rolluna.
- Eg brúki mínar egnu kenslur og tulkingar tá eg syngi. Eg hugsi um mína egnu mammu og »mother earth«, altso mamman yvir øllum í náttúruni, hon sum gevur lív og letur okkum veksa, sigur Eivør Pálsdóttir. Afturat hesum dámar mær eisini bara væl at sleppa øllum og føla tónleikin meðan eg syngi.
Sjónbandið av samrøðuni millum Eivør Pálsdóttir og PlayStation bleiv lagt út á Youtube í gjárskvøldið, og hevur longu fingið nærum 140.000 vísingar.
- Eg havi altíð verið áhugað í hvussu fólk nýta røddirnar hjá sær, tá tað kemur til tónleik. Í føroyum syngja vit hart, vit rópa næstan. Vit syngja í løtuni, tað vit føla, vit eru ógvuliga stýrd av kensluni av sanginum, greiðir Eivør Pálsdóttir frá. Eg havi altíð verið áhuga í metal tónleiki eisini, og dámi væl at lurta eftir sangarum sum duga væl at »growla«, sigur hon. Eg dámi væl kontrastin millum nakað rátt og goth líknandi, og so nakað sum er reint og eingla líknandi, og at blandað tað saman.
Í samrøðuni spælir Eivør Pálsdóttir sangin, sum hon syngur í samband við spælið, men eisini vísir hon nøkur føroysk løg fram, sum hon áður hevur sungið, m.a. Trøllabundin og Verð Mín.