Nú fær løgreglan í Føroyum eisini møguleikan til at loynilirta eftir telefonsamrøðum.
Hetta er ein møguleiki, løgreglan hevur sóknast eftir í fleiri ár í royndunum at basa rúsevnum í Føroyum.
Sjálv aftrar løgreglan seg við at tosa um, hvørji amboð, hon kundi hugsað sær og tí fæst hon heldur ikki at siga nakað um hetta.
Men tað eru fleiri ár síðani, at løgreglan fyrstu ferð bar upp á mál, at fáa møguleikan til at lurta eftir telefonum.
Tað sæst í frágreiðingum frá fundum ímillum almennar myndugleikar og stovnar, har løgreglan eisini hevur verið við og nú sær loksins út til at tað fer at bera á mál.
Skal loysast
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum umsitur fjarskiftislógina, sigur við Sosialin, at verður málið ikki avgreitt nú, fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið eftir ólavsøku um at áleggja televeitarunum at útvega sær útgerð, so at tað ber til hjá løgregluni at loynilurta eftir telefonsamrøðum.
Hann er greiður yvir, at málið hevur verið ávegis í langa tíð og tað hava eisini verið fundir við televeitarar og løgregluna um málið.
- Eg havi givið televeitarum boð um at vísa samstarvsvilja og finna eina loysn á málinum og eg hevði væntað, at ein loysn varð funnin.
Men hann má so staðfestast, at enn er ikki komið á mál.
- Eg havi skilt, at tað er ein spurningur er um, hvør skal rinda útreiðslurnar í hesum sambandi.
- Men krevur tað, at uppskot verður lagt fyri Løgtingið um at broyta fjarskiftislógina og at áleggja televeitarum at útvega sær neyðugu útgerðina, so verður tað gjørt, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at tað fer ikki at bera til at leggja málið fyri í vár, men tað verður so beint eftir ólavsøku, at tað verður gjørt.
Stjórin í Føroya Tele sigur í aðrari grein, at tey hava onki ímóti at rinda fyri teknisku íløguna, sum krevst.
- Tað havi eg ikki verið vitandi um og ongin hevur heitt á meg um at leggja málið fyri Løgtingið. Men eg havi gjørt greitt, at fæst eingin loysn, fari eg í Løgtingið við málinum og so verður tað beinleiðis ásett í fjarskiftislógini, at televeitarar hava skyldu at útvega neyðugu teknisku útgerðina, so at tað ber til at lurta eftir telefonsamrøðum.
Og er tað har, málið liggur nú, er tað ikki so langt frá eini loysn, sigur Johan Dahl.
Hann heldur nevniliga, at tað hevur stóran týdning, at málið verður loyst.
- Tað ber ikki til, at Føroyar liggja sum eitt svart øki og eru eftirbátur í royndunum at basa rúsevnum, sigur hann.
Bíðað í nógv ár
Á fundum, í frágreiðingum og í samrøðum í fleiri ár, løgreglan ikki dult fyri, at í royndunum at basa rúsevnum, er tað eitt, sum stendur rættiliga ovaliga á teirra ynskilista og tað eru betri møguleikar at loynilurta eftir telefonsamrøðum.
Hóast tað hvørki er serliga torført, at seta í verk, er tað ikki eydnast enn.
Longu 8. januar í 2009, lýsti Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni, trupulleikan í Sosialinum.
Og 25. juni 2010 ger løgreglan vart við trupulleikan í eini frágreiðing frá fundi í Fólkaheilsuráðnum ímillum fleiri almennar myndugleikar og stovnar og sigur, at tað er ein fíggjarligur spurningur.
Tann 11. juli 2010 sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, sum tá umsat innlendismál, soleiðis við Portalin, at hon varð sinnað at taka málið upp.
Men í eini frágreiðing frá 23.oktober í fjør, endurtekur løgreglan ynskið, men nú verður staðfest, at tað er ein tekniskur spurningur, ikki ein fíggjarligur spurningur.
LES EISINI GREININA: Kostar 5 milliónir at hjálpa løgregluni