- At føroyska flokkaskipanin riggar so illa, skyldast millum annað, at politisku flokkarnir at kalla ikki hava nakað skipað ungdómsarbeiði. Tað snýr seg bara høvuðleyst um at fáa atkvøður og at vaksa um flokkin. Úrslitið er, at tilvildarlig fólk, sum hava verið í miðlunum av øðrum orsøkum, uttan nakra politiska bakrund yvirhøvur, verða biðin um at bjóða seg fram. Tey hava onga politiska skúling, og ofta vita floksleiðslurnar ikki eingang, um politiska áskoðanin er í familju við stevnuskránna hjá flokkinum, og tað er púra tilvildarligt, um tey duga at fáast við politikk ella ikki. Tú verður á ongan hátt lærdur upp. Tá er ikki undarligt, at tað er ruðulleikin, sum valdar. Flokkarnir vikna samstundis sum sjálvsøkni veksur. Tað er ikki so frægt longur, at formenninir í flokkunum kunnu kenna seg vísar í, at avtalur halda, sum teir gera við aðrar flokkar, og tá gongur tað heilt galið. Úrslitið verður, at lægsti felagsnevnarin stjórnar øllum, og tað gongur álvarsliga út yvir menningina av samfelagnum. Sum gongdin er nú, verður endin, at 33 flokkar sita á tingi, og tá gerst kaosið fullkomið. Flokkarnir vóru ikki búnir til tað eina valdømið, tað er ein partur av orsøkini. Valfeløgini í útjaðaranum dovnaðu, tí tey mistu sín suverenitet og gjørdust harvið meiningsleys, og har endaði rekrutteringin uttanfyri miðstaðarøkið. Um 12 ár verður ein stórur meiriluti av tingmonnunum úr Havn og hennara nærmasta grannalagi. Parlamentið, sum skuldi ligið eini 20 ár frammanfyri kringumstøðurnar, og sleipað samfelagið til menning og vøkstur, gerst við tíðini ein populistisk kvørn, eitt slaraffenland hjá meiningsleysum monnum og kvinnum, sum brúka høvið til sjálvprofilering og til at fáa eina brúkiliga løn.
Tað var í barndómsheiminum, at hann varð brynjaður sum politikkari. Ikki tí, ongin aktivur politikari var í familjuni sum so, og politikkur lá ikki fremstur í huganum. Tað var havið, sum dróg. Tað var mest sum í blóðinum. Kring døgurðaborðið í barndómsheiminum hjá rokmikla skiparanum av Skálafjørðinum vóru tingini ongantíð ballað inn, men søgd hart og kontant. Í hesum umhvørvinum lærdi smádrongurin at taka til. Tað hevur seinni eyðkent hansara politiska profil. Hann hevur altíð tosað hart og verið framfýsin og bersøgin í talu og verki. Hann limaði seg inn í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, og harvið Tjóðveldisflokkin, 19 ára gamal, í 1975, og hevði verið partur av flokkinum í samfull 23 ár, tá hann varð valdur á ting í 1998. Tá hevði hann siglt sum skipari í 20 ár. Hann kendi stevnumiðini og kósina hjá flokkinum. Meginparturin av familju hansara vóru og eru loysingarsinnað fólkafloksfólk, men hann valdi Tjóðveldi, tí stevnuskráin, bæði tann tjóðskaparligi parturin og vinstrahalla politiska leiðin stóðu betri til hansara fatan um samfelagslig viðurskifti. Hann heldur, at um tú er samdur við skrá og mið floksins, gerst flokkurin við tíðini títt politiska heim. Hann sigur í dag, at hann hevur ongantíð umhugsað at fari upp í annan flokk, hóast tað onkuntíð hava verið óvanligir hurlivasar í flokkinum, har hann hevur verið partur av málinum, og meira enn tað. Men brestingarnar menna á ymsan hátt flokkin, um skilið ger, at steðgað verður á, áðrenn alt fer úr spónalagnum, og menn rýma í øðini, bara tí at teir ikki fáa júst síni sjónarmið ígjøgnum, sum tey altráðandi. Á hesi kontuni hevur Tjóðveldi mist tveir tingmenn seinnu árini. Tað er spell fyri flokkin, og fyri teir, sum frammanundan høvdu fingið álit frá floksins veljarum at umboða sjónarmið hansara á tingi. Hinvegin kann hetta eisini tulkast soleiðis, at flokkurin ikki er endaður sum ein politisk samkoma, har viljaleys fólk hava skrúva høvdið av sær sjálvum, í eini dyrkan av deyðiligum einstaklingum. Stevnan má standa omanfyri alt. Loysingin og tað solidariska samfelagið. Við einum óvanliga hvøssum, djørvum og skemtingarsamum penni hevur Tórbjørn Jacobsen sett sín sermerkta dám á føroyskan politikk seinastu 13 árini.
Tað er fremsta orsøkin til, at Tórbjørn Jacobsen hevur staðið seg í politikki. Lortaspannirnar hava verið nógvar, og fúlar, men sjálvur heldur hann, at skiparaárini búnaðu hann í so máta. Tað eru hinvegin ikki øll, sum hava somu bakgrund sum hann. Tað eru onnur, sum eru meira siðilig og smæðast burtur – sum ikki gera stórvegis háva burtur úr sær sjálvum. Summi hava ongantíð verið partur av nøkrum politiskum flokki, men hava roynt at fylgt við sum áskoðarar á síðulinjuni. Einki hegni sum politikarar. Tá er skjótt at koma í politiskt ódnarveður. Tað eru fleiri av hesum fólkunum, sum politisku flokkarnir vilja hava sum løgtingsumboð fyri seg. Og tað kann verða ein stórur trupulleiki, tí er hjartað ikki heilt og sannført, tá tú fert inn á politiska vígvøllinum at stríðast um hvønn vegin samfelagið skal fara, so kanst tú ikki brúkast, heldur Tórbjørn Jacobsen.
- Tað er pínadoyð ein stór ábyrgd at stýra einum samfelag. Tað er púra óskiljandi, at flokkarnir ikki taka uppgávuna í størri álvara og brynja yngra ættarliðið at stjórna føroyska samfelagnum. Tað vísir, at eingin hugsar longur enn til dagin í dag og møguliga í morgin. Flokkarnir fara óskipaðir á val, og soleiðis sum politiska skipanin í Føroyum í løtuni virðir seg sjálva gerst onki. Vit megna ikki at gera neyðugu íløguna í fólkaræði. Hóast tingmanningin broytist, skal hugsjónin liva víðari, og politiska kósin skal haldast. Flokkarnir vita ov lítið um einstøku valevnini í dag. Tey, sum eru í uppskoti til løgtingið, hava onga upplæring fingið í, hvat flokkurin vil og ætlar, og at tað er politiska hugsjónin, sum SKAL haldast. Vilja tey ikki tað, skulu tey fara í annan flokk. Eingin er størri enn flokkurin, sigur hann, og leggur afturat, at í Tjóðveldinum hava tey roynt at bøtt um hetta við ymsum skeiðum og fundum í seinastuni, har stórpolitisk mál og filosofiskir spurningur verða sett á dagsskrá.
Raðfesta øðrvísi
Tórbjørn Jacobsen heldur tað vera eina sannroynd, at politisku ungmannafeløgini yvirhøvur eru lítið virkin. Unga Tjóðveldið er tó frægasta undantakið. Tað kemur sjáldan nakað gleps frá feløgunum, og arbeiðið er lítið støðugt. Barrikadurnar standa tómar og rópa eftir teimum. Tingmaðurin fyri Tjóðveldi vil ikki siga, at virkandi ungmannafeløgini kunnu rópast fyri at vera politiskt ungdómsarbeiði. Flokkurin og ungmannafeløgini eru nærmast ikki heft av hvør øðrum, og tað verður millum lítið og einki gjørt fyri at blæsa lív í politiska ungdómin. Og hann noyðist sjálvsagt at taka í egnan barm eisini, nú hann hevur verið næstformaður í Tjóðveldinum í áravís.
Í grundini kann hetta samanberast við ítróttarfeløgini, sum brúka nógva orku til ungdómin, sum skal bera feløgini, tá hesi gerast vaksin. Politikarar skulu onkursvegna framleiðast. Ikki heilavaskast, men teoretiska, filosofiska og politiska fundamentið má styrkjast, fyri at sinnið kann verða so opið sum gjørligt, og barlastin so trivalig, at ein komandi politikari ikki koppar av fyrsta nosinum.
Flokkarnir skulu raðfesta øðrvísi, heldur hann.
- Meginparturin av pengunum hjá flokkunum fer til lýsingastovurnar í eini roynd at vinna eitt løgtingsval. Tað skal ikki vera so. Tað er ein demokratisk uppgáva at gera íløgur í fólkini, sum skulu taka við ábyrgd seinni. Greitt dømi er leisturin hjá dønum. Har hava fólkini verið virkin í flokkinum í fleiri ár. Tað verður skipað fyri fyrilestrum og øðrum tiltøkum, sum ger tey ungu til reiðar at bjóða seg fram, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann tekur Danmark sum dømi, tí hann kennir donsku politisku skipanina frá árunum 2001 til 2004, tá hann hevði sæti sum eykamaður hjá Høgna Hoydal á Fólkatingi. Ongin ivi er um, at viðurskiftini á Fólkatingi hava imponerað hann. Danir hava valt at gera eina trivaliga íløgu í fólkaræði, tingmenn verða bornir á lógvum, og verða so væl stuðlaðir við sekretariati og allari aðrari hjálp, at í grundini skal tú ikki gera annað sum fókatingsmaður, enn at brúka høvdið. Í hesum sambandi tekur hann aftur í orðini hjá Finnboga Ísakson, sála, um, at fyritreytirnar fyri at gerast ein góður politikari, eru, at tú dugir at skriva, at tosa og ikki minst at brúka høvdið.
- Politiska skipanin eigur ikki at vera so pírin við flokkarnar peningaliga, at teir ikki fáa kálvføtt síni ungmenni betri enn nú, sigur hann.
Hann heldur, at tað hevði verið ein byrjan, at flokkarnir stillaðu valevnini upp í nummarrøð, soleiðis sum gjørt var í Føroyum fyri 1966. Fær flokkurin t.d. sjey tinglimir, so veit tú rímiliga neyvt frammanundan, hvørji tey sjey eru, sum fara at umboða flokkin. Tá hava flokkarnir betri skil á, hvørji teir vilja dúva uppá – og tá er lættari at finna ein felagsleist. Kanska er hetta einasta vápnið ímóti vaksandi óskilinum sum rann upp úr kjalarvatninum av tí eina valdøminum. Alternativið er at fara aftur til gomlu valdømini, men tað verður trupult, tá meira enn helmingurin av tingmonnunum vera høvuðsstaðarborgarar.
- Verður farið aftur til at stilla upp í nummarrøð, kann flokkurin í størri mun gera av, hvørja kós, flokkurin skal fara. Í hvussu er ber tá til at forða fyri, at onkur tilvildarligur charlatanur dettur inn um lágu gáttina hjá flokkinum, og í ringasta føri fer avstað við honum, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Samanumtikið heldur hann, at svarið til bót og bata, er, at vit gera eina størri íløgu í parlamentarisku skipanina, eisini, fyri at hon í framtíðini kann standa útinnandi valdinum og tess umsiting kurl. Megna vøldini ikki at skáka hvørt annað samsvarandi javnbjóðis fyritreytum, gongur tað heilt galið, og fólkið í landinum verður taparin. Stóri taparin.