Týsdagin var seinasti aðalstjórin settur, í samband við almennu bygnaðarbroytingarnar.
Tað er Hans Alberg Lamhauge, sum tekur við sum aðalstjóri í fíggjarmálastýrinum.
48 ára gamli Petur Alberg Lamhauge er úr Søldarfirði. Hann er útbúgvin cand. merc. og hevur seinastu fimm árini verið forstjóri á Toll- og Skattstovuni.
Petur Alberg Lamhauge er sostatt væl kendur við sítt málsøki. Um hví hann sókti aðalstjórastarvið í fíggjarmálastýrinum, er grundgevingin, at hann heldur tað vera spennandi uppgáva at skipa fíggjarligu umsitingina framyvir.
Nýggjar avbjóðingar
- Harnæst havi eg sitið sum forstjóri í mínum núverandi starvi í fimm ár, so eg haldi at tíðin er komin at royna okkurt annað, sigur Petur Alberg Lamhauge.
- Er tað ikki bara so, at stovnurin fylgir við tær í nýggja starvið?
- Jú, tað er greitt, at tollur og skattur eisini er en partur av nýggja starvinum. Her koma kortini fleiri onnur øki inn, sum eg ikki havi havt við at gera, men sum eg haldi meg hava rímiligt innlit í.
- Hvussu nógv fólk fara at starvast í fíggjarmálastýrinum?
- Eg fari at bíða við at svara,tí tað velst um, hvussu nýggi bygnaðurin skal skipast. Eg haldi tað vera rættari fyrst at tosa við landsstýrismannin í fíggjarmálum, leiðarar og starvsfólk á fíggjarøkinum, áðrenn eg tosi við Sosialin m tað, sigur nýggi aðalstjórin.
Embætismenn
og áskoðanir
Hann fær ikki sagt meir, men leggur dent á, at tað fyrst og fremst er ein politisk avgerð, hvussu bygnaðurin skal skipast.
- Sum embætismenn hava vit okkara áskoðan, men uppgávan er væl, saman við við politikararunum at fáa staðfest, hvat er høvuðsmálið við víðkanini av fíggjarøkinum.
- Næsta stigið hjá okkum embætismonnum verður at finna fram til, hvørji alternativ eru, fyri at røkka málinum. Tað eru kortini politiararnir, sum hava endaliga orðið, sigur Petur Alberg Lamhauge.
- Fer tú at brúka uppskotið hjá Norman Christensen sum grundarlag fyri skipanina av fíggjarmálastýrinum?
- Eg eri ein teirra, sum onkuntíð havi funnist at Norman Christensen, einamest av tí at hann legði eitt liðugt uppskot fram, uttan at kanningar vóru gjørdar, fyri at finna útav, um tað vóru aðrir møguleikar. Í løtuni kann eg ikki siga meir.
- Er uppskotið ikki nýtilig til føroysku umsitingina?
- Tað er givið at nógv skilagott er í uppskotinum hjá Norman Christensen, og tí er skeivt at skúgva alt av borðinum uttan víðari, heldur Petur Alberg Lamhauge.
Hann hevur áður staðið fyri umlegging og samanlegging av stovnum. Tað var tá Líkningarráðið og Tollstovan vóru løgd saman. Umleggingin byrjaði í september 1992 og var í høvuðsheitinum liðugt á sumri 1993.
Broytingin kemur ikki í næsta mánað
Spurdur um borgararnir fara at merkja munin, nú fíggjarmálastýrið fer til verka, sigur Petur Alberg Lamhauge, at broytingin sjálvandi skal vera ein fyrimunur hjá borgarunum, men at fólk ikki skulu vænta, at alt verður betur í næsta mánað.
- Ofta verður tað verri, áðrenn tað verður betur, sigur aðalstórin, sum nú fer undir størstu avbjóðing sína.
Arbeiði og ítriv
Arbeiðsbyrðan verður størri og somuleiðis ábyrgdin, men tað nervar ikki nýggja aðalstjóran. Hann er vanur við at hava vanliga arbeiðstíð, undantikið tá okkurt átrokandi hevur kravt longri arbeiðstíð.
- Sjálvsagt verður nógv at gera, og ikki er vist, at vanliga arbeiðstíðin strekkir til, men so noyðist okkurt annað at verða skúgvað til viks.
Nýggi aðalstjórin er giftur og eigur trý børn. Hann hevur til ítriv at spæla badmington, og hann eigur eisini ein báti og fer við hvørt á flot saman við øðrum, men annars dámar honum sera væl at arbeiða í urtagarði sínum.
Enn er óvist nær Petur Alberg Lamhauge fer til verka í nýggja starvinum, men væntandi verður tað 1. oktober í ár.