Politikari og fakfelagsmaður fyllir 75

Dánjal av Rana hevur havt nógv álitisstørv í sínum langa, virknað lívi

 

Í dag, fríggjadagin 15. desember, fyllir ein vælkendur kommunalpolitikari og fakfelagsmaður 75 ár. Tað er Dánjal av Rana, býráðslimur á Tvøroyri, sum nú hevur rokkið 3/4 øld.

Dánjal av Rana er føddur í Trongisvági, sonur Petru og Petur Karl Bech, hon var úr Húsavík og hann av Tvøroyri. Tað var umleið 1950, at hann fekk sær eftirnavnið ?av Rana?. Orsøkin var, at hann hevði tríggjar navnar á Tvøroyri og tað var ofta, at blandingur bæði kom í post og alt møguligt annað, so hann tók eftirnavn eftir staðarnavninum, har barnaheim hansara stóð.

Nú Dánjal av Rana hevur rokkið høgan aldur, hevur hann eitt so fjølbroytt og virkið lív at líta afturá, sum bara er teimum allarfægstu beskorið.

Dánjal av Rana hevur arbeitt mesta partin av lívinum á landi. Men hann hevur kortini roynt sjólívið, tí eitt stutt skifti var hann á suðurlandinum við Westward Ho.

Hann var eisini leingi í kolinum. Men tá ið tey mekanisku arbeiðsamboðini komu fram, fór hann at koyra traktor og broyt. Hann var leingi traktorførari hjá Landsverkfrøðinginum og hann var við til at arbeiða uppá vegirnar í sambandi við tunlarnar til Hvalbiar og Sandvíkar. Men hann hevur eisini arbeitt fyri privatar arbeiðstakarar, eitt nú var hann hjá Højgaard & Schultz, tá ið nýggja elverkið í Botni varð bygt fyrst í sekstiárunum. Tað var eisini hann, ið fekk heiðurin at leggja fyrsta steinin, tá ið stykkið, sum Tvøroyrar Flakavirkið varð bygt á, varð fylt út. Hann var eisini við til at byggja nýggju loranstøðina á Eggjunum í Vági og bátahylin í Hovi.

Dánjal av Rana kom uppí fakfelagspolitikk fyrst í sjeytiárunum, tá ið hann kom í nevndina í arbeiðsmannafelagnum Fylking.

Í 1973 bleiv hann skrivari hjá felagnum. Men í 1982 bleiv hann valdur til formann í Fylking, og hetta starvið røkti hann líka til 1997, tá ið hann boðaði frá, at hann tók ikki við afturvalið. Í 1977 varð søkt eftir fólki at standa fyri løngjaldsstovuni hjá Fylking. Dánjal av Rana søkti og fekk starvið og tað røkti hann eisini til 1997, tá ið hon varð niðurløgd. Sostatt var hann virkin fakfelagsmaður í 25 ár.

Dánjal av Rana er eisini royndur kommunalpolitikari. Hann varð valdur í Tvøroyrar Býráð í 1976 og har situr hann enn. Men tær báðar seturnar, frá 1984-1992, var hann eisini býráðsformaður. Á valinum hesuferð varð hann ikki afturvaldur og leggur sostatt frá sær nú á nýggjárinum, eftir 24 ár í býráðnum.

Umframt tað, sum er nevnt omanfyri, hevur Dánjal av Rana havt eina ørgrynnu av øðrum álitisstørvum.

Hann var nevndarlimur og formaður í Tvøroyrar Flakavirki øll árini, hann er formaður í Útgerðarfelagnum, sum eigur ábyrgdarpening í trolaranum, Suðringi, umframt at tað hevur annað útgerðarvirksemi. Og hann er somuleiðis formaður í felagnum Vørðuni, sum eigur trolaran Rankan. Tá ið ið líkningarnevndirnar blivu settar á stovn í 1959, bleiv Dánjal av Rana eisini limur í nevndini á Tvøroyri og har sat hann í 20 ár, tey síðstu árini var hann formaður.

Sum býráðspolitikari, hevur hann eisini verið umboðslimur í SEV í fimm valskeið. Hann umboðaði eisini Tvøroyar Kommunu í Kommunufelagnum, líka fra tí hann kom í býráðið til í fjør, tá ið Tvøroyri fór úr felagnum, tvs í 23 ár. Í Kommunufelagnum var hann næstformaður øll árini. Størsta takið, Dánjal av Rana var við til hesi árini, var at fáa ruskfelagið, IRF, á føtur og at virka eftir ætlan. Hann hevur eisini verið limur í Metingarnevndini í næstan 30 ár, og er tað enn.

Og nú hann er blivin pensjónistur, er hann eisini blivin formaður í felagnum, sum stendur fyri Snaruni, sum er undirhúsið á Tvøroyri, og hann er somuleiðis limur í Eldraráð Føroya.

Dánjal av Rana heldur 75 ára føðingardagurin í Havn, hjá soninum, Jenisi av Rana, saman við konu og børnum.