skattahol
Petur Alberg Lamhauge avnokar á ongan hátt, at bæði hann og starvsfólk í Fíggjarmálaráðnum vórðu kunnað um skattaholið, sum er umrøtt á hesum síðum, áðrenn lógin varð sett í gildi.
Men hann vil tó ikki geva útsenda blaðmanninum heilt rætt í, at talan veruliga er um skattahol.
- Spurningurin er, um talan er um eitt hol, tí sum tú sigur, so vistu vit fullvæl, hvat lógin innibar. Vit høvdu eisini ætlanir um at smíða lógina soleiðis, at allur vinningur frá tí degnum, at lógin varð sett í gildi, skuldi vera skattskyldugur, men hetta fekk ikki politiska undirtøku.
Aðalstjórin vísir á, at trupulleikin í hesum var, at tað frá fleiri síðum varð mett, at hetta vildi verið at lóggivi við afturvirkandi kraft. Hetta tí tað vildi viðført, at virðisøking ? sum síðani verður staðfest í reiðum peningi ? undir øllum umstøum vildi verið skattskyldu frá degnum, sum lóggávan kom í gildi. Eisini hjá teimum, sum høvdu partabrøv eldri enn tíggju ár. Hesi hava annars verið frítikin skattskyldu, so leingi tey eru keypt fyri 18. november 2001.
- Sjálvir mettu vit ikki, at hetta vildi verið at lóggeva aftureftir. Okkara hugsan var, at man kundi gjørt eina lóggávu, har tað varð álagt øllum virkjum at gera eina status-uppgerð fyri tann dagin, tá nýggja lóggávan varð sett í gildi. Tað vil siga, at tann peningur, sum eitt virki hevði vunnið sær fram til tá, framvegis varð skattaður eftir gomlu lóggávuni, og tí mettu vit ikki, at talan var um at lóggeva aftureftir, sigur hann.
Men kundi allur hesin spurningurin ikki verið loystur, um tað bara varð sett ein regla afturat inn í lógarverki, har tað varð staðfest, at frípartabrøv verða dagfest tann dagin, sum tey verða útskrivað, heldur enn eftir keypsdegnum á upprunaligu partabrøvunum?
- Prinsippið vildi verið tað sama, men tað var ikki politisk undirtøka fyri hesum, er einastas svarið, sum aðastjórin vil geva í hesum.
Og heldur ikki eru viðmerkingarnar serliga nógvar, tá vit at enda spyrja, hvørt aðalstjórin ikki situr við einum keðiligum smakki í munninum. Hetta tí ein lóggáva ? sum hann sjálvur hevur verið við til at smíða ? verður nýtt av fleiri partaeigarum, sum á hendan hátt fáa stórar peningaupphæddir, uttan at lata nakran skatt. Nakað sum nýggja lóggavan annars skuldi forða.
- Tað fái eg sum so ikki svarað fyri. Hatta var sum sagt ein politisk avgerð, er einasta viðmerkingin frá aðalstjóranum, sum í aðrar mátar vísir til landsstýrismannin.