Politisk nýggjársrøða

Jóannes Eidisgaard hevði væntað eina øðrvísi nýggjarsrøðu frá løgmanni hesa ferð. Hann fýlist millum annað á, at løgmaður gjørdist ov politiskur í sínari røðu, og at hann fór ov lætt um vinnuligu trupulleikarnar í føroyska samfelagnum.

-Vit væntaðu øll eina øðrvísi nýggjársrøðu, men vit fingu eina røðu, sum løgmaður við vilja gjørdi eitt sindur politiska, og har hann bert tók tað fram, ið tænti sær sjálvum og Fólkaflokkinum best.
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, hevði væntað at løgmaður orsakað av valstríðnum nýtti røðuna til at koma við einum nýggjársynski og heilsu til tjóðina, í staðin fyri at gerast ov politiskur í sínari røðu.

Ov lætt um
Jóannes Eidesgaard heldur eisini, at løgmaður í lýsing sína av búskaparligu og vinnuligi gongdini fór ov lætt um teir trupulleikar, ið millum annað síggjast í ali- og rækjuvinnuni.
-Løgmaður nevndi líka alivinnuna og rækjuvinnuna, men støðan er jú tann, at politiska skipanin ikki hevur rørt hond frá síðu um hesar báðar vinnur, ið hava verið í svárum trupulleikum nú í longri tíð. Mann hevur ikki havt boð uppá nakað sum helst, vísir Jóannes Eidesgaard á.

Tók ikki ábyrgd
Viðvíkjandi samgonguslitinum og leiklutinum hjá løgmanni hesum viðvíkjandi, heldur Jóannes Eidesgaard, at løgmaður slapp sær ov lætt undan síni egnu ábyrgd og fekk tað at ljóða, sum um onnur høvdu skyldina av, at tann søguligi møguleikin, ið lá í nýggju yvirtøkuløgini fór fyri bakka.
-Løgmaður tosaði um spillandi tungur, sum sipaði beinleiðis til hatta málið, og sum ikki hoyrir heima í eini nýggjársrøðu, men annars er hatta samgongustríð eitt mál, sum teir báðir stóru samgonguflokkarnir sjálvir mugu keglast um, leggur Jóannes Eidesgaard tó aftrat.

Gloymdi jarðskjálvtan í Iran
Jóannes Eidesgaard beit merki í, at løgmaður nevndi kríggið í Irak, men at hann gloymdi at nevna jarðskjálvtan í Iran fyri fáum døgum síðani, har túsundtals fólk lógu eftirá. -Nú løgmaður nevndi uttanríkis viðurskfti, so hevði tað sømt seg eisini at víst samkenslu fyri syrgiligu náttúruvanlukkuna í Iran og nevnt, at Føroya løgting átti at tikið spurningin upp um at veitt hjálp til Iran, so sum okkara grannalond hava gjørt, sigur formaður Javnaðarfloksins at enda.


.