Einskiljingar
Nú einskiljingar nærmast er vorðið gandaorð í politiska kjakinum, hevur Sosialurin vent sær til umboðið fyri minsta flokk á tingi, Sjálvstýrisflokkin. Vit hava skift orð við Kári P. Højgaard, formann floksins, um einskiljingarætlanir landsstýrisins, og um hvørjar av ætlaðu einskilingunum, hann heldur eiga at fremjast og fremjast fyrst.
Kári heldur, at landsstýrið í fyrsta lagi eigur at einskilja Føroya Banka og Føroya Tele, tí hetta eru fyritøkur, sum í dag kappast undir marknaðartreytum og eru lættar at selja.
- Føroya Banki og Føroya Tele eru heldur ikki kensluliga so viðbreknar og hava ikki eins stór árin á vanliga gerandisdagin hjá vanliga føroyinginum, sum eitt nú Faroe Seafood og Atlantic Airways hava.
Partabrøv fyri serprís
Kári vísir á, at tað enn stendur frískt í minninum hjá partaeigarunum í Føroya Banka, tá ið partabrøvini á sinni vórðu niðurskrivað til nærum einki, hóast fyritøkan seinni vísti seg at vera eitt gullegg.
- Tað er ein spurningur, um rætt varð farið fram móti teimum smærru partaeigarunum í bankanum við niðurskrivingini av partabrøvunum til lítið og einki.
Løgtingsmaðurin heldur, at allir føroyingar eiga at fáa møguleikan at ogna sær eini tvey partabrøv í Føroya Banka á 1000 krónur til serprís, eitt nú kurs 110 sum endurgjald fyri niðurskrivingina.
- Landsstýrið eigur eisini at fráboða alment, at ætlanin er at selja meirilutan av partabrøvunum í bankanum á Virðisbrævamarknaði Føroya.
Kári P. Højgaard heldur, at tað hevði verið ein styrki fyri bankan, at hann hevði ein breiðan eigaraskara, hóast hugsandi er, at ein stórur íleggjari keypir meirilutan.
Eigarakensla
- Tað gevur eina serliga eigarakenslu, tá ið tú eigur partabrøv í eini fyritøku, og somuleiðis kann tað vera ein dreymur einaferð at kunna selja hesi við vinningi, tá ið pensjónsárini eru komin. Hetta kundi verið eitt íkast til pensjónina ella dreymaferðina til sólfyltar strendur.
Tí heldur løgtingsmaðurin, at møguleikin skal verða hjá vanliga føroyinginum at eiga ella keypa fleiri partabrøv, tá ið Føroya Banki verður seldur.
Kári vísir á, at bankin er yvirkapitaliseraður í mun til bankar aðrastaðni og í mun til kappingarneytarnar í Føroyum.
Hann heldur, at ein møguleiki fyri avkapitalisering er, at bankin keypir Húsalánsgrunnin ella Realin og at peningurin, sum fæst á henda hátt, verður brúktur til niðurgjalding av almennu skuldini.
Verulig virðir
fyri ognirnar
Løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins heldur tað vera burtur við, at almennu Føroyar eiga meira enn 60% av øllum partapeningi í Føroyum.
- Her eigur ein partur avgjørt at verða seldur privata vinnulívinum.
Kári leggur tó dent á, at trygd má verða
fyri, at veruliga virðið fæst fyri ognirnar.
- Tað er her, at størsti óttin valdar og tað, sum higartil er hent, minkar ikki um henda ótta.
Spurdur, hvørja sølu, hann sipar til, sigur løgtingsmaðurin, at hann hugsar um hendingina, tá ið Føroyagrunnurin seldi ein stóran part av JFK-Troli.
- Landsstýrið hevur eisini alment boðað frá, at ætlanin er at selja 2/3 av Atlantic Airways, og somuleiðis skal Faroe Seafood seljast. Andstøðan er fullkomiliga hildin uttanfyri, og frættir tíðindini í fjølmiðlunum.
Kári heldur, at tað hevði ikki verið meira enn rímiligt, at andstøðan varð kunnað, eins og andstøðan átti at verið hoyrd í hesum málum.
- Hetta eru jú almennar ognir, og tað mátti verið felags áhugi hjá okkum øllum, at rætt verður farið fram í hesum málum, heldur hann.
Óneyðug profilering
Kári ásannar, at neyðugt er við ávísum einskiljingum, sum hann heldur fara at vera samfelagnum at gagni.
- Einskiljingar eiga ikki at vera merktar av politiskari profilering, men av semjum um felagsloysnir.
Hann vísir á, at Ný Sæland er eitt dømi um, hvussu illa tað kann ganga við einskiljingarætlanum, meðan ein av okkara nærmastu grannum, Íslandi, veruliga hevur fingið vind í seglini við einskiljingum, sum eru ein sólskinssøga.
- Okkara lutur má vera, at vit læra av mistøkunum hjá hinum og taka tær røttu avgerðirnar við opinleika, har bæði politiskir við- og mótspælarar verða tiknir upp á ráð, heldur Kári.
Skulu síggjast
á fíggjarlógini
Løgtingsmaðurin heldur, at tað er ógvuliga týdningarmikið og umráðandi, at allar útreiðslur og bindingar landskassans síggjast aftur á fíggjarlógini.
Hann heldur eisini, at um ov stórur politiskur kreativitetur verður nýttur fyri at fremja íløgur og skjótari enn ráð eru til hesar, kann hetta fáa óhepnar avleiðingar fyri samfelagið.
- Tað er so stutt síðan, at vit upplivdu eitt skrædl, og tí noyðast vit at vísa varsemi, tá búskaparliga tilfeingið er so viðbrekið, sum okkara er. Vit kunnu ikki arbeiða ótálmað við útreiðslum uppi á landi, uttan samstundis at fylgja væl við primervinnuni, ið eisini skal skapa grundarlagið fyri vøkstrinum á landi.
Kári vísir í hesum sambandi á, at nýggj partafeløg verða stovnað fyri at halda einum stórum aktiviteti uttanfyri vanligu fíggjarlógina.
- Seinasta partafelagið í so máta er Øravíkar/Hov-tunnilin. Tað er ein stórur spurningur, um hetta er rættur framferðarháttur eftir partafelagslógini, tí hesin tunnil er ein vanlig íløga í undirstøðukervið og kemur ongar inntøkur at hava. Talan verður bert um árliga innskotið frá landinum, vísir løgtingsmaðurin á.
At gjalda skuld
landskassans
Samanumtikið heldur Kári P. Højgaard, at størsta avbjóðingin fyri framman er at fáa selt nakrar av almennu ognunum fyri marknaðarvirði og nýta peningin til niðurgjalding av almennu skuldini, at fáa javnvág á fíggjarlógini og soleiðis miðja eftir einum sjálvberandi búskapi.
- Eg síggi tað, sum eitt vandatekin, at gjógvin millum tær lægru og tær hægru lønirnar veksur. Um hetta heldur fram, kunnu vit veruliga fáa ein stættarmun í Føroyum, sum vit síggja tað aðrastaðni. Tá er veruligur vandi á ferð, heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður.