? Loysnin, sum samgongan er komin ásamt um viðvíkjandi undirsjóvartunlinum, er eingin loysn. Tað var hetta, sum eg vísti á í samrøðuni við Sosialin 6. januar, sigur Jóannes Eidesgaard, sum fyrrakvøldið var á fundi í Vága Javnaðarfelag, eftir at umboð fyri felagið vístu sína ónøgdi við tað, sum Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins segði í nevndu samrøðu í Sosialinum.
? Eg haldi, at tað er sera løgi, at tingmenn fáa seg til at samtykkja eitt prosjekt, sum teir als ikki kenna. Har eru so nógvir smálutir, sum vit, sum ikki vóru tingmenn í 1988, ikki vita nakað sum helst um. Tað kann ikki vera rætt at taka eitt tíggju ára gamalt prosjekt fram - og samtykkja tað, uttan at nøkur verulig politisk viðgerð fer fram, sigur Jóannes Eidesgaard. Prosjektið og kostnaðarmeting mugu dagførast
Jóannes Eidesgaard heldur, at skal undirsjóvartunnilin gerast, so eigur tað at vera ein samgonga, sum samtykkir tað í byrjanini av valskeiðnum.
? Tað er sera umráðandi, at allir tingmenninir tá eru tryggir við tað, teir samtykkja, sigur hann.
? Spyr onkur meg, hví tunnilin skal fara niður í Leynum, so kann eg als ikki svara. Spyr onkur, hví vit ikki heldur gera eina byrging, so kann eg heldur ikki svara, tí eg havi ikki verið við til eina politiska viðgerð av málinum. ? Og tað er rættuliga grundleggjandi, skulu vit verða trygg við eina avgerð, vit taka.
Jóannes Eidesgaard leggur afturat, at í dag verður ofta grinið eftir tingmonnum, sum samtyktu byggingina av Gomlu Rætt ? uttan at vita, hvat tað var teir samtyktu.
? Eg haldi ikki, at tað er rætt, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann leggur eisini afturat, at stór útskifting hevur farið fram á tingi, síðani málið varð samtykt í 1988, og at í dag eru bara 12 tingmenn eftir, sum sótu tá. Hinir 20 tingmenninir eru valdir síðani, og hava tí ongantíð verið við til at viðgjørt málið um undirsjóvartunnil.
Skulu bert gera
fáar stórar íløgur
Men Jóannes Eidesgaard leggur dent á, at fasta sambandið um Vestmannasund kemur. Men vit mugu sláa okkum til tols við, at hetta fer at taka nøkur ár. Hann leggur eisini dent á, at tað má vera ein samd samgonga, sum fer undir hesa ætlan - tíðliga í einum valskeiði. Hann sigur eisini, at tað er sera umráðandi at gera sær greitt, at tá farið verður undir hetta arbeiðið, so má okkurt annað bíða.
? Vit mugu gera nakrar fáar stórar íløgur í senn, heldur enn at alt koyrir við lágumblussi, sigur hann.
Tryggja at allir
partar viðgera málið
Annars sigur Jóannes Eidesgaard, at fundurin við Vága Javnaðarfelag var góður.
? Vit hava ikki skift støðu síðani 1988, tá Javnaðarflokkurin var heitasti talsmaðurin fyri undirsjóvartunlinum, men vit vilja bara tryggja málinum, at tað fær røttu politisku viðgerðina. Ein vánalig viðgerð nú kann lættliga føra til, at einki hendur.
Jóannes Eidesgaard sigur, at málið seinastu tíðina hevur fingið eina undarliga viðgerð. Hann heldur eisini, at Sámal Petur í Grund loypti varg í málið við margháttligu framferðini, hann nýtti. Málsviðgerðin er ikki saklig - tvørturímóti tykist hon hysterisk.
? Tað er løgið at hugsa sær, at serliga tann flokkurin, sum steðgaði prosjektinum í 1989 og hevði hug at steðga í 1992, nú skal vera heitasti talsmaður.
? Men koma vit í samgongu, fara vit at taka málið upp til politiska viðgerð, og vit fara eisini at tryggja, at allir partar fáa møguleika at viðgera málið á ein seriøsan hátt.
Tunnilin tongdur
at flogvøllinum
Jóannes Eidesgaard sigur eisini, at málið um undirsjóvartunnilin eigur at kunna viðgerast uttan at flogvøllurin verður drigin upp í málið.
Hann viðgongur tó, at málini eru tongd at hvør øðrum - men at tey ikki neyðturvilig hanga saman.
? Men tað er púra greitt, at verður flogvøllurin fluttur, og verður eingin undirsjóvartunnil gjørdur, so verður heilt galið í Vágum, tí tá verður Vágoyggin av sonnum »tann gloymda oyggin« ? og tað kunnu vit ikki standa modell til, sigur Jóannes Eidesgaard.