Politiska skipanin verður niðurbrotin

- Árið hevur verið sera hendingarríkt við nógvum ríkum løtum saman við familju og vinum, sigur Bárður Nielsen, løgtingsmaður.

Í hesi grenini svarar Bárður Nielsen, formaður Sambandsfloksins, spurningum, sum In.fo hevur sett honum, nú 2018 rennur út, og vit eru á gáttini til 2019.

 

Keypir tú fýrverk?

 

Siðvenjuna hava vit hildið fast við, og børnini hava tikið tað við sær, at hetta hoyrir til, tó er tað nú mest tvey tey yngru børnini, ið vilja við at keypa fýrverk, sum vit keypa frá VÍF á hvørjum ári.

 

Bárður Nielsen sigur, at sum nakað nýtt í ár verður felags nýggjárshald í Vestmanna, sum byrjar við prædiku í kirkjuni. Eftir prædikuna verður kyndlagonga oman á bryggjuna, har tann siðbundni sangurin “Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt” verður sungin, og síðan verður felags bál, og fýrverkið verður skotið klokkan 21.

 

- Tað verður spennandi at síggja, hvussu hetta fer at prýða um bygdina gamlaárskvøld, og so mugu vit vóna, at veðurgudarnir verða við okkum hesa løtuna.

 

Hvar heldur tú nýggjár í ár, og hvat verður gjørt burturúr?

 

Tað hevur verið fastur táttur, at familjan savnast heima hjá okkum til ræst kjøt og súpan, og út á kvøldið koma fólk á gátt. Vestmanna er kend fyri, at nógv verður gjørt burturúr nýggjárinum - við blikkum um alla bygdina, niðan á Høgareyn og út á Stíggj, har eldsálir og ein trúfastur skari á hvørjum árið skipa fyri hesum til prýði og hugna fyri allar vestmenningar. Tey ungu eru røsk at taka við hesi siðvenju, og gleðir tað okkum, at sonurin nú er partur av hesum.

 

Bárður Nielsen sigur, at fyrr hevur verið skipað fyri bálum í ymiskum grannaløgum, men bygdin er vaksin, og tað treingir um, so hesi bálpláss eru fækkað gjøgnum árini.

 

- Nú verður so ein roynd gjørd, har kirkjan, VÍF og kommunan skipa fyri felags tiltaki, leggur hann aftrat.

 

Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2018?

 

Árið hevur verið sera hendingarríkt við nógvum ríkum løtum saman við familju og vinum. Ítróttarliga eydnaðist árið rímuliga væl, bæði hjá teimum yngru og eldru, har kvinnurnar skaraðu framúr við at vinna greipuna. Eisini hevur árið verið gott fyri felagslívið í bygdini, har vit høvdu eina væleydnaða bátastevnu við metnógvum gestum, og fjarðastevnan við kappróðrinum eydnaðist væl, tó at eg harmist ómetaliga nógv um, at eingin bátur úr Vestmanna var við í FM í ár.

 

Báður Nielsen sigur, at vestmannadagarnir eru eitt framúr tiltak at hitta bygdamenn og kenningar, har nógv koma til Vestmannar hesar dagarnar at síggja og hoyra um bygdasøguna og uppliva vøkru náttúruna kring Vestmanna.

 

- Familjuni hevur gingist væl, og fegnast vit serliga um, at tað gongst børnunum væl við tí, tey takast við, og at tvær av døtrunum hava ognað sær grundstykki í nýggju útstykkingini í Vestmanna. Eisini fegnist eg um møguleikan, saman við góðum barndómsvinum, at ogna okkum festi við tilhoyrandi húsi í Dølum. Hetta hevur givið møguleikar til enn fleiri upplivingar í vøkru føroysku náttúruni. Hetta er staðið, Heðin Brú lýsir so væl í stuttsøguni “Í Dalhúsi”. Ein sonn náttúruperla.

 

Og hvat var tað keðiligasta í 2018?

 

Eri so heppin, at eingin serstøk hending hevur merkt árið neiliga vegin, men harmist um, at politiska skipanin systematiskt verður niðurbrotin, tí maktin skal varðveitast fyri ein og hvønn prís.

 

Hevur tú sett tær nakað serstakt mál fyri 2019?

 

Familjan og børnini eru sjálvandi altíð fremst í huganum, og vil eg gera alt fyri, at tey eisini fáa eitt gott og hendingarríkt 2019, har tey mennast og trívast. Eisini vil eg gera alt fyri at tryggja Sambandsflokkinum góð val í 2019, bæði til løgtings- og fólkatingsvalið.

 

Bárður Nielsen vil at enda ynskja øllum føroyingum - úti og heima - eitt gott og eydnuberandi nýggjár.