Nógv politiskt fundarvirksemi er í hesum døgum, aftaná at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í síðstu viku útskrivaði val til at vera 1. september.
Hóast tað hevur ligið rættiliga leingi í luftini, at val fór at verða útskrivað skjótt, so tykist tað at hava tikið flest allar flokkar á bóli.
Ongin flokkur er liðugur við uppstillingina enn, hóast nakrir longu hava boðað frá nøkrum valevnum. Ein nýggj siðvenja hevur eisini tikið seg upp, við at valevnir sjálvi eru farin út, og boða frá at tey stilla upp, áðrenn flokkarnir hava kunngjørt tað.
Framsókn og Nýtt Sjálvstýri eru møguliga teir flokkarnir, ið er komin longst við sínari uppstilling, og hava teir longu alment boða frá fleiri valevnum.
In.fo hevur tosað við umboð í fleiri flokkum í dag, og hóast ongin vil siga nakað ítøkiligt, so verður arbeitt av øllum alvi at finna valevnir og smíða valskránna, nú fýra vikur eru til val.
Fleiri flokkar hava eisini boðað frá uppstillingarfundum í hesi vikuni, og hóast 18. august er seinasta freist at lata valevnislistarnar inn, so verða væntandi fleiri valevnir kunngjørd komandi dagarnar, nú stríðið um valdið av álvara er byrjað.