§9. Nýtsla av hátalaravogni á ella upp at veg og nýtsla av hátalara frá loftfari mugu bert fara fram eftir loyvi frá politinum. Annars kann politiið banna nýtslu av hátalarum, grammofonum, musiktólum ella tílíkum úti ella fyri opnum vindeygum ella durum, um nýtslan verður mett at vera til munandi ampa fyri tey, ið búgva har um vegir ella fara framvið.
§10. Bannað er uttan gilda orsøk at banka upp á portur, dyr ella vindeygu, ringja upp á porturs- ella duraklokkur ella havast at tílíkum gerðum, ið órógva kunnu íbúgvarnar. 2. petti: Persónligar áheitanir í samband við sølu av vørum ella við upptøku av bíleggingum ella áheitanir av sama slag mugu ikki fara fram, tá ið bann ímóti teimum er uppfest av ognaránaranum ella honum, ið hevur íbúðina í hondum. 3 petti: Bannað er í húsum at lata frá sær rit og myndir við ósømiligum innihaldi til onnur ella íbúgvarar, ið skilliga hava bílagt tey.
§11. Rópan við vørum á veg er bannað fyri kl. 7 og aftan á tað, at vanlig afturlatingartíð hjá handlunum er byrjað, og má ikki fara fram, har hon kann ampa sjúkrahúsum, skúlum ella tílíkum.
§12. Á ella upp at vegum ella øðrum støðum, har atgongd er fyri almenning, má uppfesting ella gongubering av uppsløgum ella framsýning, søla ella útbýting av ritum ella myndum ikki fara fram, um tað aknn órógva alment reglulag, ella um uppsløgini, ritini ella myndirnar eru av ósømiligum ella meinandi slag. 2. petti: Útbýting av ritum ella myndum á støðunum, ið nevnd eru í 1. petti, ið einans verður gjørt sum lýsing fyri vinnuligum áhugamálum, er bannað.
Politiið kann bannað, at gingið verður við uppsløgum, um tað bert verður gjørt við slíkum endamáli. 3. petti: Skúladagar mugu, á einum strekki upp á 100 m. frá atgongd til skúla, eingi rit verða útbýtt.
§13. Lutir, teirra millum rit, mugu ikki verða útsleptir úr lofti, uttan loyvi frá politinum.
§14. Bannað er á ella út á veg at nýta skotvápn og leikavápn, teirra millum boga og sleingju, at kynda bál, at lata av eldverk ella tílíkt ella at tveita steinar, kavabløk, vatn ella annað, ið valda kann skaða, ella sum ampar teimum, ið koma framvið. 2 petti: Uttan fyri vegir er bannað at nýta skotvápn, kynda bál ella lata av eldverk ella tílíkt, um sovorðið kann føra við sær vanda ella munandi ampa fyri ferðsluna á vegnum.
§15. Tørvandi má verða ansað eftir smábørnum, ið stødd eru á veg.
§16. Óavvarðandi mugu ikki halda til á trappum, í portrum, í inngongdum ella uppgongdum at húsum, í kjallara ella loftrúmum, í óbygdum húsum ella íbúðum, í gørðum, urtagørðum ella úthúsum, á byggiplássum, í akførum ella øðrum førum.
§17. Á býkendum økjum er, uttan fyri hini loyvdu baðstøðini, bannað at baða sær í almennum tjørnum ella vøtnum, vatnræsum ella vatnbrunnum. Uttan fyri býkend øki kann politiið banna baðingin verður mett at vera hættislig ella til ampa fyri tey, sum búgva har um vegir ella koma framvið. 2. petti: Politiið kann taka avgerð um, hvat bjargingartilfar skal vera tøkt á almennum baðistrondum og baðstøðum, og hvørjar atgerðir, teirra millum eftirlit, ið annars skulu verða settar í verk til tess at byrgja fyri vanda fyri lívi og heilsu hjá teimum, ið baða sær. Útlopsvippur kunnu bert verða settar upp, har dýpið á lægsta dagliga vatni er í minst alagi 3 m. Vippur, sum uppsettar eru meira enn 3 m. yvir vatnyvirflatanum, kunnu bert verða settar, har dýpið á lægsta dagliga vatni er í minsta lagi 4 m. 3. petti: Óavvarðandi er bannað at halda til so nær almennum ella privatum baðihúsi, at tað ampar hýtarunum. 4. petti: Politiið kann taka avgerð um tær atgerðir á almennum baðistrondum og baðistøðum, sum verða hildnar at vera neyðugar at seta í verk til tes at brygja fyri, at tey ið baða sær, elva til alment tykni.
Framhald seinri.
Hans Birgir Hansen