Popplegenda á Summar Festivalin

Poppsangarin Eyðun Nolsøe, sum júst hevur givið nýggja fløgu út, fer at spæla á Summar Festivalinum. Eyðun telist millum landsins bestu poppskald, og hann fer at spæla nýggjar sangir og gomul hitt á festivalinum í august

 

Eyðun Nolsøe gav í farna mánaði nýggja fløgu út, og í hesum døgum hevur hann nakrar útgávukonsertir kring landið. Í august mánaði ber tað tó til at hoyra Eyðun og hansara bólk spæla eina ordans festivalkonsert á Summar Festivalinum.

Eyðun Nolsøe hevur sangirnar, sum kunnu bera eina framførslu til landsins størsta festival, og við nýggjum sangum í skjáttuni er Eyðun eisini aktuellur hetta summarið.

Eyðun Nolsøe var tannáringur, tá ið hann legði frá landi við bólkinum Frændur í fyrru helvt av 80?unum. Síðani hevur Eyðun verið ein av høvuðsmonnunum í landsins best umtókta tónleikabólki, og hann hevur skrivað og sungið fleiri av best umtóktu sangunum hjá Frændum.

Eyðun hevur eisini givið tónleik út sjálvur seinnu árini, og í farna mánaði kom onnur solofløgan hjá honum. Útgávan kallast So Nógvar Røddir, og hon vísir ein poppkomponist og sangara, sum er á toppinum. Sangurin Hvønn Dag stendur seg sera væl á 15 teimum bestu hjá Útvarpinum, har sangurin hesa vikuna er nummar 2.

Eyðun Nolsøe fer at spæla sangir av nýggju útgávuni og gomul hitt á Summar Festivalinum í august.

Í dag er seinasta freist at keypa atgongumerki fyri serprís til Summar Festivalin.