Tríggjar av frægastu yngru føroysku popstjørnunum Høgni Lisberg, Uni Reinert Debess og Tróndur Enni fara hetta vikuskiftið á pall saman, og talan verður uttan iva um eina stuttliga konsert, har hesir tríggir skiftast um ymisku leiklutirnar í bólkinum.
Høgni Lisberg hevur, sum gittarleikari og sangari, vunnið sær fjepparar bæði í Føroyum og uttanlands, og er í løtuni eitt tað heitasta navnið á føroyska tónleikapallinum.
Uni Reinert Debess, er mr. blues, og vann sær nógvar fjepparar, tá hann, sum oddamaður í Go Go Blues, vann Prix Føroyar í fjør. Uni er ein frálíkur blues gittarleikari og sangari.
Tróndur Enni hevur m.a. annað saman við Eyðuni Nolsøe gjørt vart við seg, sum ein sera fjølbroyttur og gávuríkur tónleikari. Tróndur syngur væl, spælir bass og trompet.
Hóast Skarv hevur lagt pall til nógvar ymiskar bólkar og einstaklingar hetta seinasta árið, hevur eingin kvinna enn staðið á pallinum. Tí hava teir tríggir eina loyniliga gestastjørnu við sær, teir vilja ikki avdúka hvør hon er, men siga, at hetta er ein ung føroysk kvinna, sum hevur spælt á fleiri føroyskum fløgum, og saman við nøkrum av frægastu føroysku tónleikarunum.