Poptop í Grasagarði

Leygardagin klokkan 16 fer toppurin av ungum popparum at kappast í Grasagarði í Havn

Síðani 1988 hevur verið skipað fyri Pop Top konsertum. Hetta er forum, har ungir tónleikarar sleppa at royna seg og kappast.

Leygardagin klokkan 16 fara 5 ungir bólkar á pall í Grasagarði í Havn. Bólkarnir hava vant í vetur í Skansastovu, Margarinfabrikkini og í Studentaskúlanum. Eins og undanfarin ár, verður konsertin hildin í samstarvi við Mjólkavirki Búnaðarmanna.

Á konsertini verður høvi at hoyra fjølbroyttan tónleik. Umframt øll sløg av tónleiki, leika bólkarnir eisini heimagjørt tilfar.

Óivað verður trupult at finna vinnaran í ár, tí bólkarnir eru javnt góðir, sigst. Men tað er áskoðarafjøldin, ið skal døma. Síðsta tíman av konsertini sleppa lurtarar at atkvøða. Í fjør atkvøddu meira enn 300 lurtarar, so tað ræður um at atkvøða fyri sínum yndisbólki.


Vinnarar á ólavsøku

Vinnararnir av Pop Top konsertini sleppa at spæla á ólavsøkukonsertini. Umframt fáa teir T-troyggjur frá MBM. Allir luttakarar fáa eitt karton av Pop Top at sløkkja tostan við, eftir pallframførslurnar.

Síðan byrjan hava ikki so fá luttikið á Pop Top konsertunum og fleiri hava verið at sæð og hoyrt seinni. Eitt av nøvnunum er t.d. Mark No Limits


Úr skránni

AIRBACKS (Skansastova)

Uni R. Debess, guitar & sang, Jóanes Reinert, trummur, Jógvan á Mýrini. El.bass & sang, Herfinn Árnafjall, klaver & sang.

SALUTE (Skansastova)

Høgni Fagraberg guitar & kór,Hans-Edward Andreasen, sang,

Ísak Sambleben, el.bass, Rúni K. Mouritsen, trummur.

Salute hevur verið til í 8 ár og teir í bólkinum hava broytt oftani musikskíl. Nú hava teir blandaðan musikstíl. Teir siga sjálvir, at teir hava ongatíð verði so goður sum nú í ár.

Program, alt heimagjørt (ca. 20-30 min)

1 My Inspiration

2 End of Days

3 What tke Hell

4 Mother

5 Mr. Pshyco

6 Battlefield part 3

E-POT (Studentaskúlin í Hoydølum) Petur Olsen, el. bass, Heri Trondusen, rødd

Jógvan Rasmussen, guitar og rødd., Hans Erling Guttesen, trummur

Bárður Justinussen, guitar.

Teir spæla ymiskan tónleik, bæði villan og stillan - teir spæla alt frá cafétónleiki til harðan rocktónleik ? teir spæla ofta til konsert og næstan bara egnan tónleik ? teir have spælt saman í 6 mánaðir ? teir vera við í studentaskúla-fløguni ?ROCK ALL?

PÁLL FINNUR PÁLL (Studentaskúlin í Hoydølum)

Páll Hammer, klaver

Finnur Jensen, rødd

Páll Oddur Rubeksen, guitar og rødd

Bólkurin eitur so, tí at teir sumeru við í Bólkinum eita Páll, Finnur og Páll. Bólkurin byrjaðu fyri einum mánað síðani og eru so at siga nýggir innanfyri tónleikaheimin. Tónleikastílurin er sera friðaligur. Tað er bara klaver, guitar og røddir og teir syngja bara á føroyskum.

KRIT

Edmund í Garði.