Klokkan 16.00, fríggjadagin hin 28. mai verður PopTop-konsertin við møguleikum teirra heilt ungu og óroyndu, sum spæla í orkestri. Konsertin verður í Grasagarði í Tórshavn, og longu nú hava 6 bólkar boðað frá luttøku. Teir eru, Almost Perfect, Krit, Salute, Peachy Bounder, Phantoms og Jassarnir. Tórshavnar Musikkskúli við Brandi Øssurssyni, ið skipar fyri tiltakinum ger tó vart við, at aðrir bólkar væl kunnu melda til, er hugur til tess.
Brandur Øssursson fegnast um, at komandi popp-, rokk- og jassstjørnur okkara fara so hugagóð til verka í bilskúrum og kjallarum kring landið.
? Hesi eru ungfólk, ið hava tað í felag, at tey hava vant saman nøkur fá ár, ella enn og stytri. Tey hava bólkað seg í størri, ella minni orkestur, og skapa tónleikin í felag, sigur hann.
Gongdin í orkestrunum er ymisk, sambært Brandi. Onkur teirra fara alt fyri eitt at smíða løg og yrkja, meðan onnur spæla kend løg hjá kendum orkestrum. Fyri øll teirra er tó galdandi, at tá tíð er liðin, kemur hugurin at royna kynstrini frammanfyri áskoðarafjøld.
Øll ið tora, sleppa við
Vanligi trupulleikin hjá orkestrum teirra ungu er, at drúgv venjing er neyðug, skal nóg mikið av tilfari vera til eina heila konsert. Undirtøkan til PopTop-konsertirnar hevur altíð verið stór, tí minstakravið er, at orkestrið dugir at framføra eitt lag. Tó ber sjálvandi til at spæla fleiri løg, eins og tað ikki ger mun um luttakararnir hava staðið á palli áður ella ei.
Umráðandi at royna seg
At sleppa at royna seg frammanfyri áskoðarafjøld er sambært Brandi Øssurssyni ein sera týdningarmikil liður í menning teirra ungu tónleikara. Hann heldur, at tey ungu fáa sjálvsálit og læra at vera sjálvkritisk, nú tey sleppa at spenna seg út og uppliva onnur orkestur.
Virðislønir verða latnar
Tórhavnar Musikkskúli hevur síðan 1988 skipað fyri PopTop-konsertunum. Tey hava verið sera nøgd við samstarvið við Mjólkarvirki Búnaðarmanna, ið hevur verið fastur stuðli øll árini. Mjólkarvirki fer umframt stuðulin at lata virðisløn fyri bestu framførðsluna og besta solospæli. Tað verða áskoðararnir, ið fara at atkvøða um, hvørjum hesar virðislønir skulu latast.
Tað loysir seg at vera við
Brandur Øssursson heldur tað vera hugaligt hyggja seg um, og vita hvat vorðið er av bólkunum, ið hava luttikið hesi árini konsertin hevur verið hildin. Hóast PopTop-tiltakið ikki er nakað beinleiðis atgongumerki til tónleikadreymar teirra ungu, fegnast hann um, at fleiri luttakarir í Prix-Føroyum áður hava luttikið á PopTop-konsertum. T.d. Teitur Lassen úr Mark No Limits og m.o. Hans Petur í Brekkunum, Egil Hansen og Brandur Jacobsen úr Paria.
Í fleri Norðurlondum sita gamlar PopTop-stjørnur á skúlabonki á konservatorium og tónleikaháskúlum.
Hin bjartasta popp-stjørnan í løtuni er óivað Sigrid Rasmussen í norska bólkinum Grace, ið eisini hevur traðka sínar barnaskógvar í PopTop-høpi.
Tórhavnar Musikkskúli ger vart við, at pláss er fyri umleið 10 bólkum á konsertini. Tey, ið ætla sær við verða biðin um at venda sær til skúlan í Skansastovu á tlf 31 32 17, ella til Brand Øssursson á tlf 31 51 21.