SJÒNVARP
Millum rásirnar, sum Televarpið fer at senda, tá virksemið væntandi byrjar í komandi mánað, er Canal+. Franska rásin, ið norska Telenor umsitur í Norðanlondum, sendir hvørt kvøld pornografiskar filmar. Hesar kunnu eitt ótal av føroyingum sum er síggja sum kundar hjá Canal Digital, ið bjóðar Canal+.
Tróndur Djurhuus, stjóri fyri Televarpið, sigur, at teir hava ikki tikið støðu til, um hetta verður við á kervinum hjá Televarpinum. Í løtuni verður kannað, hvørjar heimildir Televarpið hevur.
?Vit halda okkum sjálvandi til landsins lógir, sigur Tróndur Djurhuus.
Hann vísir á, at teir ikki eru nakar fjølmiðil, t.e. tað er ikki Televarpið, sum sendir sendingar, filmarnar ella annað. Televarpið endurvarpar og harvið er útbýtari fyri hesar rásirnar. Hetta skal skiljast soleiðis, at tað eru Telenor ella hvør tað skal vera, sum er sendari og ikki Televarpið.
?Vit hava als einki ynski at virka sum fjølmiðil. Tað einasta redaktionella virksemið, vit gera, er at velja rásir út, sigur Tróndur Djurhuus.
Ivasamt
Finn Ougaard, varafúti, sigur, at vit á hesum økinum eru í einum ?gráum øki?.
?Eg meti tað vera sera ivasamt, um tað ber til at forbjóða einum útbýtari sum í hesum førinum at senda pornografiskt tilfar, sigur Finn Ougaard.
Hann greiðir frá, at tað í Føroyum ikki er loyvt at senda pornografiskt tilfar alment, sambært revsilógini. Tað er tó, sambært Finn Ougaard sera ivasamt og ein tulkingarspurningur, um Televarpið í hesum førinum er sendari av hesum.
§ 234 í revsilógini ger m.a., at Sjónvarp Føroya ella nakar annar ikki hevur loyvi at senda pornografiskt(utugtigt) tilfar.
Fólk í Føroyum kunnu tó frítt bíleggja sær pornografiskt tilfar uttanlanda. Tað er heldur ikki nakað forgjørt í, at fólk móttaka pornografiskar sendingar úr útlandinum umvegis parabolina.
?Tað er ringt at gera nakað við hetta, soleingi fólk ikki vísa tað alment. Tað er so ein tulkingarspurningur, hvat hugsar verður um, tá avgerðast skal, hvør sendarin er, sigur Finn Ougaard.
Hann vísir á, at vit í Føroyum enn ongan dóm hava havt hesum viðvíjandi.
?Í síðsta enda verður tað so dómstólurin, sum ger av, hvussu lógin skal tulkast, sigur Finn Ougaard.
Varafútin sigur, at teir ongar ætlanir hava at granska víðari í málinum um fylgisveinarásirnar og pornografi í Føroyum fyribils, soleingi ongin tilburður ella hending verður fráboðaður løgregluni.
Í Lovbekendtgørelse nr. 215 frá 24.06.1939. Seinast broytt við Kongelig Anordning nr. 818 af 3. November 1997 stendur at lesa:
§ 234. Med Bøde, Hæfte eller under skærpende Omstændigheder med Fængsel indtil 6 Maaneder straffes den, som
1)tilbyder eller overlader en Person under 18 år utugtige Skrifter, Billeder eller Genstande,
2)offentliggør eller udbreder eller i saadan Hensigt forfærdiger eller indfører utugtige Skrifter, Billeder eller Genstande,
3)foranstalter offentligt Foredrag, Forestilling eller Udstilling af utugtigt Indhold.
Ber til
Tøkniliga ? eins og løgfrøðiliga ? er eingin forðing fyri at sperra fyri ávísum sendingum. Fólk kunnu gera hetta sjálvi á móttakarunum (set-top boksini), har tey kunnu innstilla tólið til at hava svartan skíggja á ávísar tíðir. Eisini kann útbýtarin, Televarpið, sløkkja fyri ávísum sendingum. Hetta skuldi verið í tráð við lógina um kringvarp, sum annars ikki loyvir at sendingar verða redigeraðar, men sendar í fullum líki.
Spurningurin er so, um føroyingar sleppa at síggja porno umvegis dóttirfyritøkan hjá Føroya Tele. Sum nú hevur ein stórur partur av føroyingum møguleikum at síggja pornografi. Spurningurin er so eisini, um tað er nakar munur á at keypa porno frá Canal Digital umvegis tín radiohandil ella frá Televarpinum?