Portalurin bjóðast út

Tíðindini á Portalinum skulu bjóðast út í fríari kapping, soleiðis at øll kunnu bjóða seg fram.

Tað sigur Føroya Tele, sum harvið sigur upp samstarvið við Miðlahúsið, sum í 13 ár hevur skrivað tíðindini til Portalin.

- Samstarvið við Miðlahúsið hevur verið gott, men vit vilja síggja, um møguleikar eru at gera Portalin enn betri enn í dag, sigur Jan Mortensen, privatkundastjóri hjá Føroya Tele.

Jan Mortensen sigur seg vænta, at tann sum bjóðar, hevur eina visjón um Portalin, og hvussu hann skal síggja út frameftir.

Hann hevur tó einki boð uppá, hvat ítøkiliga skal gerast betri ella øðrvísi.

- Nei, tað hava vit ikki, ásannar Jan Mortensen.

Hann dugir ikki at meta um áhugan fyri at bjóða, men sigur seg tó vænta, at Miðlahúsið fer at liggja framvið.

- Sosialurin var fyrsti, føroyski fjølmiðil á internetinum. Vit byrjaðu at skriva tíðindi til netið heilt afturi í 1996, tí vit sóu týdningin og møguleikarnar við hesum miðli, sigur Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum og stjóri í Miðlahúsinum.

- Táverandi stjórin á Føroya Tele, Andras Róin, hevði eina filosofi um at Portalurin skuldi brúkast til at eggja fólki til at fara á internetið eftir tíðindum, og út frá hesum stóðst samstarvið, har Sosialurin skrivaði skjótu tíðindini til Portalin, ístaðin fyri okkara egna Internetsosial, sum ístaðin bleiv eitt kopi av prentaða blaðnum.

- Miðlahúsið framleiðir tíðindi til internetið, 365 dagar um árið, og tað koma vit framhaldandi at gera, við ella uttan Føroya Tele.

Stjórin í Miðlahúsinum vísir á, at fyri Føroya Tele er Portalurin blivin ein sera góð forrætning, og tí kann tað sjálvandi vera ein trupulleiki hjá einum almennum felag sum Føroya Tele, at kapping ikki er um tænastuna.

Ein pástandur, sum Jan Mortensen kann vátta.

- Jú, Portalurin er ein ”fornuftig forrætning” fyri Føroya Tele. Portalurin gevur yvirskot, annars høvdu vit ikki havt Portalin, sigur Jan Mortensen.

- Vit koma at bjóða, men skuldi tað hent, at onkur annar fer við uppgávuni, so verður tað ikki uttan kapping frá Miðlahúsinum, sigur Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri.

- Tað skal vera púra greitt, at Miðlahúsið kemur at halda fram við at framleiða tíðindi til internetið, um neyðugt við einum øðrum portali, slær Eirikur Lindenskov fast.

Føroya Tele hevur sett freistina at bjóða til 1. mai.