Porto aftur meistari

FC Porto vann sunnudagin portugisiska meistaraheitið fyri fjórðu ferð á rað. Í triðja seinasta umfarinum vann Porto 1-0 móti Nacional, og við hesum kann Porto ikki takast aftur. Sporting Lissabon er seks stig aftanfyri, men í Portugal verða innanhýsis uppgerðir taldar fyrst, um tað stendur á jøvnum í stigum, og her er Porto betur fyri.