Porto vann í suverenum stíli portugisisku landskappingina í ár, men um vikuskiftið máttu teir lúta í steypafinaluni, sum varð ímóti Sporting Lissabon. Umdystur skuldi til fyri at finna vinnaran, men tá skoraði Rodrigo Tiuí tvey mál, og tað var nóg mikið til at gera enda á Porto, sum spældi við 10 monnum seinasta partin av dystinum.