Enska felagið Portsmouth er í stórum fíggjaligum trupulleikum. Fleiri ferðir í hesum kappingarárinum hevur lønin til spælararnar verið seinkað, og nú kann felagið missa streymin á venjingarvøllinum hjá sær. Orsøkin er, at Portsmouth skyldar eina stóra rokning fyri streymnýtslu, og nú hevur elfelagið hótt við at kvetta streymin til venjingarvøllin Wellington í dag sum ein annan dag.