Portugal vil ikki hava hjálp

Stjórnin í Portugal hevur enn eina ferð víst aftur, at landið hevur tørv á fíggjarligari neyðhjálp. ES hevur lagt trýst á stjórnina fyri at fáa hana at taka av einum tilboði um hjálp frá samveldinum, men José Sócrates, forsætisráðharri, sigur við Financial Times, at Portugal hevur ikki tørv á hjálp úr øðrum londum.

Tað ljóðar annars í Bruxelles, at har hava fíggjarfrøðingar roknað seg fram til, at Portugal kemur í fíggjarliga kreppu um tveir mánaðir, og at tá megnar landið ikki sínar skyldur uttan hjálp uttaneftir.

Portugal er fleiri ferðir nevnt sum eitt av ES-londunum, sum eru serliga illa fyri orsakað av altjóða fíggjarkreppuni.