Portuguisarar á Havnini

Komu úr Barentshavinum at umskipa

Fyrr í vikuni vóru sjáldsamir gestir inni á Havnarvág. Tað vóru tveir portuguisiskir trolarar, sum høvdu leitað sær inn á Havnina. Talan var um tveir rættiliga stórar trolarar, teir 80 metrar langir. Teir vóru báðir komnir av túri úr Barentshavinum og komu inn á Havnina at umskipa alla veiðina í annan trolaran. Sostatt fór annar trolarin heim til Portugals við veiðini hjá báðum, og hin trolarin fór aftur til fiskiskap í Barentshavinum. Teir komu á Havnina sunnudagin og fóru avstað aftur týsdagin.