Posta eigur ikki at blanda seg

Í dag hækkar Posta útberingarprísin á avísum. Hóast bløðini hava mótmælt, so er einki at gera, og eingin annar møguleiki er at fáa bløðini út, enn gjøgnum Posta, sum hevur monopol á økinum.

 

Men tá tað snýr seg um pakkapost annars, so hevur Posta fleiri kappingarneytar, og teir hava ikki merkt nakrar príshækkingar hjá Posta.

 

– Vit klára okkum væl, og vit ræðast ikki kapping. Men tá privata vinnan er umboðað við sjey aktørum á økinum, so dugi eg ikki at síggja, hví tað er neyðugt, at vit sjey skulu kappast við almenna Posta.

 

Tað sigur Jóhann Simonsen, stjóri hjá Norlink Cargo, sum er eitt av teimum føroysku privatu flutningsfeløgunum.

 

– Í Føroyum eru átta veitarar á marknaðinum íroknað Posta. Ísland hevur útvið sjey ferðir so nógvar íbúgvar, men har hava tey bert 12 veitarar á marknaðinum, og talið í Føroyum er eisini lutfalsliga nóvar ferðir fleiri, enn eitt nú í Danmark, sigur hann.

 

Jóhann Simonsen heldur, at Posta burdi røkt sínar almennu skyldur og ikki blanda seg upp í privatu kappingina.

 

– Men um man politiskt absolut vil hava eitt alment felag á økinum, ja so skuldi skott verið millum farmapartin og restina av teirra virksemi. Í løtuni ber ikki til at síggja, um farmaparturin hjá Posta hevur undirskot ella yvirskot, og tað er skeivt, heldur Jóhann Simonsen.

 

– Tískil skal eitt felag gerast við sjálvstøðugum stjóra og nevnd, og felagið skal gjalda húsaleigu og aðrar kostnaðir, eins og øll onnur, heldur hann.

 

Eitt annað, sum Jóhann Simonsen ongantíð hevur skilt er, at man í 2005 politiskt valdi at selja Farmaleiðir úr Strandferðsluni, tí hildið varð, at tað var skeivt at lata Farmaleiðir kappaðist við tað privata. Tískil keypti Faroe Ship Farmaleiðir fyri nógvar milliónir og yvirtók virksemið.

 

– Men blekkið er ikki meir enn tornað, tá Posta byrjar hesar somu tænastur. So faktiskt verður aktiviteturin fluttur frá einum almennun stovni og í ein annan.

 

Hetta hevur undrað hann øll hesi ár, og eru pengarnir hjá Faroe Ship burturspiltir metir hann.

 

– Hetta svarar til, at Atlantic Airways varður selt fyri nógvar milliónir, og at man eftirfylgjandi startaði nýtt alment flogfelag at kappast ímóti tí nú privata Atlantic Airways.

 

– Tað mest rættvísa hevði verið at selt fraktpartin úr Posta og latið teir privatu kappast um kundarnar, heldur Jóhann Simonsen.

 

Tá hann stovnaði Norlink Cargo Express í 2004, mátti hann sum øll onnur satsa nógvan pening, taka lán og so framvegis.

 

– Tá Posta bleiv alment partafelag, fingu teir 120 milliónir úr landskassanum. Kappingin er tískil skeiklað nú, og tað verður ikki kappast á jøvnun føti, sigur hann.

 

Men hann leggur afturat, at tíðirnar eru sera góðar í Førouym, og at hann er glaður um, at øll hava nógv at gera.

 

– Tað er deiligt tá tað gongur væl – eisini hjá kappingarneytunum.

 

Niðanfyri eru tey átta feløguni, sum kappast um frakt til og úr Føroyum. Aftur at hesum eru eisini fleiri onnur felag, sum liva av innanlands farmaflutningi í Føroyum:

 

Norlink Cargo Express

Faroe Ship,

Faroe Express

Samskip

Safari Transport

Eur-Express

Smyril Line Cargo

Posta