1 mió donsk húski skuldu komandi árið syrgja fyri, at teirra postkassi stendur heilt úti við vegin.
Fólkatingið samtykti hósdagin eina nýggja postlóg, sum greitt sigur, at postkassin frá 2012 at rokna skal standa við inngongdina til grundøkið.
Hetta eru kortini ikki øll eins fegin um, millum annað danska Forbrugerrådet.
Hiðani verður sagt, at hetta fer at gera tænastuna verri hjá brúkaranum, samstundis sum prísirnir eru hækkaði rættiliga nógv.
Hinvegin verður avgerðin í fólkatinginum væl móttikin hjá Post Danmark.