Posturin í stríð við stýrisskipanina

Ivi hevur stungið seg upp um æltaðu broytingina av Postverki Føroya. Vinnumálastýrið kannar nú, um ætlanin er í stríð við stýrisskipanarlógina, soleiðis sum onkrir løgfrøðingar vilja vera við

Vinnumálastýrið kannar nú, um ætlanin at broyta Postverk Føroya stríðir ímóti stýrisskipanarlógini.

Hetta verður gjørt, eftir at onkrir løgfrøðingar hava víst á trupulleikan, sum er við umskipanini av Postverkinum.

? Løgfrøðingarnir eru ikki samdir um málið, og tí vilja tryggja okkum, at alt er í lagi, tá uppskotið verður lagt fyri tingið, sigur Finnbogi Arge, landsstýrismaður við vinnumálum.

Ætlanin er at gera ein skipan fyri postflutning sum líkist teirru donsku skipanini, sum Post Danmark virkar eftir. Hetta er ein skipan, sum liggur onkrastaðni á leiðini millum ein almennan stovn og eitt alment partafelag.

Trupulleikin er so, um broytta Postverkið kann virka undir teimum útgjaldsheimildum, sum stýrisskipanin ásetur.

? Spurningurin er, um Postverkið er innanfyri ella uttanfyri fíggjarlógina við nýggju skipanini. Var tað eitt alment partafelag, so var eingin ivi, men við hesi serligu skipanini er tað meira ivasamt, sigur Finnbogi Arge.


Fyrsta stigið á leiðini

Tá Postverk Føroya kom í stórar gjaldføristrupulleikar fyrr í ár, avgjørdi landsstýrið, at ein loysn mátti finnast á trupulleikunum hjá Postverkinum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum var sinnaður at gera Postverkið til eitt alment partafelag, men hesum fekst ikki undirtøka fyri í landsstýrinum.

Ístaðin varð ein semja gjørd um at royna eina líknandi skipan, sum Post Danmark virkar eftir. Hetta er ein serlig skipan, sum bara verður brúkt á postøkinum í Danmark, men sum á onkran hátt minnir um eitt partafelag.


Uppskotið seinkað

Í Føroyum er ætlanin at seta eina nevnd at stýra Postverkinum, og nevndin skal royna nýggju skipanina í trý ár og síðani taka støðu til, hvussu Postverkið skal skipast í framtíðini.

Í løgmansrøðuni í ár stendur, at hetta er fyrsta stigið til at skipa Postverk Føroya sum eina sjálvstøðuga almenna fyritøku, sum seinni kann verða skipað sum eitt partafelag. Undirtøka fæst tó neyvan fyri hesum í verðandi samgongu.

Finnbogi Arge, landsstýrismaður, ætlaði at leggja uppskotið um Postverkið fyri løgtingið í heyst, men málið er nakað seinkað av ivanum, sum hevur stungið seg upp um stýrisskipanarlógina.