Postverkið sendir prísir upp í loft

Tað er ongin beinleiðs lívstreyt hjá Postverki Føroya, at summi postgjøldini fyri brævasendingar til Norðurlond hækkað 100%. Kortini hevur leiðslan valt at fremja hækkingina í einum, so Postverkið kemur á sama støðið sum onnur Postverk í Evropa

Postruturnar í Tórshavn eru broyttar, og summir postmenn eru farnir at ganga í undanbrekku. Hetta lættir um hjá postmonnunum. Men summi postgjøld eru farin hinvegin. Hækkingin er ógvuliga brøtt, og hon lættir um pengapungin hjá teimum, ið senda nógvan post til onnur Norðurlond.


Frá fyrsta 1. oktober vórðu aðrir prísir settir í gildið fyri summar postsendingar. Størsta broytingin í nýggju postgjaldsskipanini er, at Norðurlond hvørva sum bólkur. Áður var heimurin hjá Postverki Føroya í fýra bólkum: Føroyum, Norðurlondum, Evropa og øðrum londum. Nú eru tríggir bólkar: Føroyar, Evropa og onnur lond.


Hækkað 40%


Størsti parturin av postsendingum úr Føroyum fer til okkurt Norðurland, serliga Danmørk, og nú bólkurin er strikaður og alt Evropa er savnað í einum prísbólki, merkist tað væl. Vit taka eitt dømi. Eitt A-bræv úr Tórshavn til Hansholm:

FyrrNú

0 - 20g:4,50 kr6,00 kr

21 - 100g:6,50 kr10,00 kr

101 - 250g:10,00 kr20,00 kr

251 - 500g:16,00 kr35,00 kr

501 - 1000g:40,00 kr60,00 kr

1001 - 2000g:80,00 kr90,00 kr


Samlaða hækkingin fyri postgjøldini í horvna bólkinum, Norðurlondum, er omanfyri 40%. Brøv í vektflokkunum upp til 500 gramm eru, sæð undir einum, vorðin dupult so dýr at senda.


Hava verið eftirbátar


Sambært Postverksstjóranum, Bergi í Garði, er orsøkin til hækkingina, at postgjøldini til hesi øki hava verið so at siga óbroytt í eitt áramál.


? Vit halda, at munur eigur at vera á prísi, alt eftir hvussu langt brøvini verða send. Í hinum londunum er munurin stórur millum innlendis og uttanlendis postgjøld, og vit eru nú umleið á sama støði sum tey, sigur Bergur í Garði.


Stjórin ger vart við, at innlendis gjøldini í Føroyum enn eru óbroytt, og tað er higani bróðurparturin av inntøkunum av postflutninginum stavar.


? Vit hava hægstu innlendis postgjøld, samanbera vit okkum við hini Norðurlondini, men á hinum økjunum hava vit verið eftirbátar, sigur Bergur í Garði og avsannar, at Postverki fer at vinna nógvan pening orsakað av hækkingunum.


? Umsetningur okkara er o.u. 90 milliónir krónur um árið, og hækkingin 1. oktober fer væntandi bert at økja um inntøkurnar við millum 700.000 og 900.000 krónur ( o.u. eitt prosent).


Sambært tølum frá postverksstjóranum fær Postverkið 30-35 milliónir í kassan fyri innlendis brævasendingar, 25-26 milliónir fyri frímerkjasølu meðan 10-11 milliónir liggja eftir, tá nettoavrokningin av postsambandinum við útheimin er gjørd. Tað í restar í samlaða umsetningum verður bólkað undir aðrar inntøkur.


Rindast skal fyri arbeiðið


Bergur í Garði veit ikki at siga, um stóra hækkingin í postgjøldunum til Norðurlond er ov ógvuslig, nú staðfest er, at hon kortini ikki er lívsneyðug fyri Postverki. Men, Mortan Rasmussen, marknaðarleiðari, hevur eina frágreiðing um strategiina í hækkingini.


? Vit vilja hava støðug postgjøld, sum fólk kunnu vænta verða galdandi nøkur ár. Seinasta hækkingin var 1. januar 1996, og stórar broytinga eru jú hendar síðan tá. Eg vænti, at tað hevði verið forbiðið keðiligt, um vit hækkaðu gjøldini eitt sindur nú, og síðani komu aftur um eitt hálvt ár við samsvarandi hækking, sigur hann við Sosialin.


Niðurstøðan hjá marknaðarleiðaranum er, at tey, ið senda post, noyðast at gjalda tað, sum arbeiðið kostar. Hann ger at enda vart við, at Postverk Føroya er tikið av fíggjalógini, og skattaborgarin jú sparir pening av tí orsøk.