NSÍ-HB 2-1 (0-0)
Talan var um spennandi uppgerð við Løkin í Runavík í kvøld.
Fyri steðgin var NSÍ klárt betra liðið, og var tað ikki fyri ein væl leikandi Símun Rógva Hansen í HB-málinum, hevði heimaliðið helst verið á odda undan steðginum.
Tí var tað sum vátur vøttur, tá eitt brádliga tendrað HB-lið legði seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki.
Málið gav eisini HB sjálvsálit, og teir kundu eisini sløkt allan spenning, tá teir høvdu leikliga yvirvág næsta hálva tíman.
NSÍ stríddi seg tó aftur. Karoly Potemkin javnaði eftir frísparksinnlegg úr høgru, og setti heimaliðið av álvara ferð á. Og bara ein minutt fyri leiklok kundi Potemkin enn einaferð senda bóltin í netið, tá hann var útspæl frá HB-málverjanum, og síðani slapp frá HB-verjuni.
Við sigrinum er NSÍ nú ájavn Víkingi á øðrum plássi í Vodafone-deildini við sjey stigum. HB hevur 6 stig.
NSÍ-HB 2-1 (0-0)
0-1: Rógvi Poulsen, 52.
1-1: Karoly Potemkin, 77.
2-1: Karoly Potemkin, 89.