Potter-brillur á savn

Daniel Radcliffer er kendur um allan heimin í leiklutinum sum Harry Potter, og nú hevur undir bretski sjónleikarin latið einar av sínum brillum til eitt Holucaust-savn. Har verður ein serlig framsýning tan n27. Januar, og ein partur av framsýningunum er eitt fjall av brillum, sum skal ímynda tað, sum veruliga hendi í týningarleguni Auschwitz undir seinna heimsbardaga. Onnur, sum hava latið brillur til savnið, eru Yoko Ono, Jerry Springer og Stephen Fry.