Í morgun setti Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Aliráðstevnuna 2016, ið verður hildin á Hotel Føroyum.
Í røðu síni segði landsstýrismaðurin millum annað, at Føroyar hava fremstu alivinnu í heiminum, og úrslitini tala fyri seg. Men trupulleikin við laksalús má takast í størsta álvara. Átøk skulu til fyri at fáa tamarhald á trupulleikunum og lógarverkið má tillagast støðuni.
Markvirðini fyri lús verða tí lækkað stigvíst næstu árini. Málið er ein skipan, har alarin skal tryggja, at ikki verður farið upp um mark. Hugsanin er, at teir alarar, sum megna at halda lúsatølunum niðri uttan at brúka medisinska viðger fáa frælsari virkisræsir. Farið verður nú undir at endurskoða galdandi alilóggávu við tí endamáli at nýmótansgera lógarkarmarnar og tá eisini lata hana rúma nýggjar framleiðsluhættir og vinnumøguleikar, sum galdandi lóg ikki hýsur.
Landsstýrismaðurin er sannførdur um, at vinnan eisini vilja virka virkin fyri hesum broytingum. Tí alivinnan hevur sjálv gingið á odda fyri at fáa framt tær neyðugu broytingarnar í lóg og reglum.