21 ára gamli stinni ÍF miðverjin Poul Nolsøe Mikkelsen gav í síðstu viku avboð at spæla á U-21 landsliðnum. Hann kendi seg ikki at vera nóg væl fyri, tí skaðin í knænum, sum hevur darvað so ofta, ikki var heilt burtur.
Sunnudagin varð tað greitt, at Poul Nolsøe Mikkelsen ikki fer at spæla fótbólt aftur í ár og nógvu teir fyrstu mánaðirnar næsta ár.
-Tað var undir venjing í Fuglafirði sunnudagin, at høgra bein fór undan mær. Á sjúkrahúsinum varð staðfest, at fremra krossbandið í høgra knænum er farið. Eg skal til kanningar aftur um nakrar vikur, men tað er neyvan nakar ivi um, at tað er neyðugt við skurðviðgerð og uppvenjing, sigur Poul Nolsøe í samrøðu í Vikuskiftis Sosialinum, har tað er upptakt til 22. umfar í Effo-deildini. Har verður m. a. greitt frá, at sama dag sum Poul Nolsøe Mikkelsen á sjúkrahúsinum fekk staðfest, at krossbandið er farið, breyt ein av liðfeløgum hansara í ÍF eitt bein. Heldur ikki hann verður førur fyri at spæla aftur í ár.