Poul Ingason átti stóran leiklut

Suðringar lyftu seg við sigri á útivøll ímóti favorittunum í NSÍ longri burtur frá hóttanini av niðurflyting

Sunnudagin varð punktum sett fyri tjúgunda umfar í næstbestu fótbóltsdeildini.

Dagin eftir glæsiliga finalusigurin í steypakappingini ímóti B36 vóru tað teir næstbestu hjá NSÍ, sum áttu tørn at verja felagið. Tað var móti Suðringum í Runavík.

 

Stigatalvin segði, at heimaliðið við Løkin mundi vera greiður favorittur, tí NSÍ hevði á fjórða plássi 33 stig, og Suðringar høvdu á níggjunda plássi 20 stig. Men tað gekk ikki, sum tað kundi roknast við, tí Suðringar vunnu 6-2, eftir at teir í fyrra hálvleiki vóru frammanfyri 4-1.

 

Poul Ingason skoraði trý av málunum hjá Suðringum, og hjá NSÍ skoraðu gomlu fyrstaliðsspælararnir Bogi A. Løkin og Debes Danielsen málini.

 

Úrslitið bar við sær, at Suðringar lyftu seg av níggjunda plássi og fram á sjeynda pláss. Nú eru tað tvey stig aftur til B36, sum er undir strikuni. Málmunurin hjá B36 er væl betri, enn hann er hjá Suðringum. Hjá B36 er hann +24, og hjá Suðringum er hann -14.

 

NSÍ-Suðringar 2-6 (1-4)

0-1: Poul Ingason br 8

1-1: Bogi Løkin br 20

1-2: Ari K. Poulsen 27.

1-3: John Marni Lindenskov 28.

1-4: Poul Ingason 29.

2-4: Debes Danielsen 47.

2-5: Poul Ingason 53.

2-6: Teitur Mortensen 68.

 

Støðan eftir 20 umfør

AB 46

KÍ 39

B68 39

NSÍ 33

Víkingur 32

HB 26

Suðringar 23

Giza Hoyvík 22

B36 21

ÍF 0

 

21. umfar

Leygardagin níggjunda september

KÍ-Víkingur

B68-HB

Giza Hoyvík-NSÍ

AB-B36

Suðringar-ÍF