Poul er upprunaliga av Tvøroyri. Foreldrini vóru Hannebetta og Hans Jacobsen. Tey áttu átta børn. Í dag eru Poul, sum var næstelst av systkjunum, og tvær systrar eftir. Mamman var kend fyri at vera sera røsk, og pápin eisini at hava eitt so sera gott minni. Hann var ein av keldunum til doktararitgerðina ”Fylking” hjá Jóannesi Dalsgaard. Hann mintist til dømis uppá oyra, hvat tær ymisku vørurnar kostaðu í 1930-unum. Hann gjørdist 98 ára gamal.
Poul gekk í realskúla á Tvøroyri, og síðan fór hann til Havnar at læra í Sjóvinnubankanum. Her kom hann at starvast fram til 1962. Hetta var í teirri tíðini, tá ið bankarnir skuldu opna deildir um alt landið, og Poul var við at opna deildir á Sandi og í Hvalba.
Eina tíð arbeiddi hann eisini í Vágum. Hann búði í Sørvági og koyrdi millum deildirnar í oynni. Tá var ikki so lætt at koma til Havnar sum í dag.
Í Havn hitti Poul Ásu, dóttir Astrid, ættað úr Porkeri, og Jákup á Dul. Tey bæði giftust í 1961. Jákup doyði í 1960, og tá fór Ása at reka virksemið hjá pápanum víðari. Í 1962 gjørdi Poul av at fara at uppí virksemið hjá Ásu, og sigast kann, at hansara partur hevur ikki ligið eftir.
Hetta gjørdist eisini ein rættuliga stór fyritøka við heilsølu og sølu av køkum og hvítvørum, og tey høvdu nógv fólk í arbeiði. Tey eru eitt gott dømi um eini hjún, sum hava arbeitt saman, og sum arbeiddu upp eina stóra fyritøku. Tað kann verða nevnt, at Ása í nógv ár eisini hevur verið týskur konsul.
Tey bæði fingu fýra børn: Jákup í 1961, Hanus í 1968, Astrid í 1971 og Jóannes í 1972.
Lagnufelagsskapurin við Bertel Haarder
Í samband við børnini hava tey bæði verið hart roynd. Longu sum smádrongur gjørdist Jóannes sjúkur av einum svulli í høvdinum. Eftir longri sjúkralegu doyði hann í 1979, bert 7 ára gamal. Sagt verður um Jóannes, at hann var eitt lívstykki, sum spjaddi gleði um seg, eisini á ríkissjúkrahúsinum og sjúklingahotellinum Tórshavn.
Í samband við sjúkraleguna hjá Jóannes fingu tey ein serligan lagnufelagsskap við Birgitte og Bertel Haarder, sum hevur verið danskur ráðharri í eitt mannaminni, og sum nú er kenslu- og kirkjumálaráðharri.
Sonur teirra Rasmus hevði somu sjúku sum Jóannes og var á somu deild. Tey fýra komu at kennast sera væl ta tíðina á ríkissjúkrahúsinum, tá vónað varð, at tað fór at spæla væl av hjá teimum báðum synunum. Rasmus yvirlivdi, men hann varð heilaskaddur og er nú á einum heimi. Bertel Haarder hevur fleiri ferðir sagt alment, at tað er ikki altíð, at deyðin er tað ringasta! Hann hevur eisini givið ilt av sær, tá ið læknar hava víst á hagtøl, sum vísa, hvussu nógvir sjúklingar hava yvirlivað viðgerðina fyri tær ymsu sjúkurnar. Hann hevur ført fram, at tað valdast sanniliga at yvirliva!
Poul og Ása koma framvegis saman við Haarder hjúninum, seinast tá tey vóru í Føroyum á ólavsøku í samband við yvirtøkuna av kirkjuni.
Í 1987 doyði Hanus í eini syrgiligari ferðsluvanlukku. Hetta var enn ein smeitur fyri tey og fyri alla familjuna. Hanus var ein lovandi og stak dámligur ungur drongur uppá 19 ár. Tað skakaði mong, at hann skuldi fara so ungur.
At hann kanska hugsaði meira enn onnur javnaldrandi kom fram, tá ið tað eftir deyða hansara var funnið fram til eina námsbók, har hann hugleiddi um ”tíðina”. Hann skrivaði millum annað: ”Eg vildi ynskt, at eg hevði vald á tíðini. Kundi steðgað henni, snarað henni aftur og upplivað tær góðu tíðirnar umaftur…” Hann endar soleiðis: ”Ein dag…fara hesir tankar um tíðina ikki at níva meg meira, tí tá er eingin endi á tíðini. Á hvør ein sæl stund verður tá.”
Við teirra positiva lyndi og gudstrúgv hava Poul og Ása dugað at liva víðari, hóast tey sjálvsagt enn eru merkt av hesum stóru missum.
Sonur teirra Jákup á Dul Jacobsen hevur arvað evnini hjá foreldrunum at dríva handil. Hann byrjaði sum fiskimaður og fekk eisini skipsføraraprógv. Men so fekk hann hug til at royna nakað heilt annað. Hann opnaði Skemmuna í Føroyum í 1986. Tað gekk væl. Longu árið eftir byrjaði hann virksemi í Íslandi, og tað gekk eisini strúkandi. Jákup flutti í 1994 til Íslands, og tað er óneyðugt at siga, hvussu hetta hevur gingist við hansara heimsumfatandi virksemi!
Men nú er ætlanin at koma heim aftur við teirri stóru ætlanini um Stórutjørn, sum fer at seta spor eftir seg í Føroyum, soleiðis sum tað er sett út í kortið.
So hvørt sum Jákup hevur økt sítt virksemi, hava Ása og Poul minkað um teirra, so nú taka tey sær meira av løttum. Men endanum hava tey tó kortini ikki slept heilt og eru framvegis virkin.
Jákup er giftur við Eriku, f. Lómstein. Tey eiga børnini Hanus, Ása, Jórun, Jóhanna og Daniel. Hanus er 19 ár, og tað er ikki sørt, at hann er farin at taka eftir ommuna og abban. Tey sum vilja vita meira um tað kunnu fara inn á heimasíðuna:
www.m5.fo
Henda heimasíðan fekk av Vinnuvitan 5 av 6 stjørnum.
Dóttirin Astrid hevur íbúð heima hjá foreldrunum. Hon hevur stóra umsorgan fyri ommu sína Astrid, sum býr beint við, og sum hon ofta vitjar.
Grannalagið
Ása er uppvaksin í smoguni, sum gongur frá Dr. Jacobsensgøtu oman í Gr. Kambansgøtu. Her búði tey fyrstu tíðina, men seinnu hava tey búð úti í Grønlandi og á Argjum.
Men í 2000 fluttu tey ”heim” aftur í hetta grannlag, har Agnas og Jógvan Jensen, foreldrini hjá Jákupi, búsettust seinast í 19. øld.
Hetta hevur eisini gjørt okkum til grannar gjøgnum fleiri ættarlið. Omma og abbi míni, Malla og Poli skómakarin, búsettust her fyri um 100 árum síðani.
Alla hesa tíð hevur verið sera væl millum húsini í túninum. Vit ganga inn til hvønn annan, og her hevur eisini verið vinskapur í 4-5 ættarlið. Petur hjá Pola og Jákup hjá Agnas vóru vinir alla teirra tíð, tað sama er eisini við Hanus hjá Jákupi og son mín Óla Jákup.
Ása og Poul verða burturstødd føðingardagin. Tey eiga summarhús í Gilleleje, har tey koma nógv, og har tey eisini spæla golf. Men tey eru eisini ofta í Íslandi og vitja Jákup og hansara. Og abba- og ommubørnimi elska at koma heim til Føroyar at vitja ommurnar og abban og Astrid fastrina. Hetta er ikki minst galdandi ta 91 ára gomlu langommuna, sum eisini býr í grannalagnum saman við soni sínum Jógvan.
Frá okkum í grannalagnum skal verða ynskt Poul hjartaliga tillukku við teimum 70 árunum. Ikki kann sigast, at árini tyngja nógv. Sigast kann eisini, at tey bæði eru sera vinsom og fryntlig, og tí er tað ein stutteiki at kenna tey.
ó.
Myndir
1.
Ása og Poul.
2.
Henda myndin er tikin, tá ið familjan var fulltald:
Aftanfyri Poul og Jákup
Frammanfyri: Ása, Astrid, Hanus og Jóannes