Poul Johannes Lindberg 90 ár

Faðirættin hjá Poul Johannes kom í mong ættarlið frá teimum gomlu óðalsfólkunum í Trongisvági. Fyri at fara eitt sindur aftur í tíðina: Annika og Hans Pauli í Kelduni vóru langomma og langabbi hansara. Dóttir teirra, Marianna, og maður hennara, Poul Johannes Lindberg í Syðratoftum, vóru omman og abbin. Sonur Marionnu og Poul Johannes, Hans Jacob Lindberg, og kona hansara, Maria, vóru foreldur at honum, ið nú fyllir níti. Móðurin, Maria, var úr Havn, dóttir Biritu Jacobsdóttir, av ovara Miðgerði í Kollafirði, og Petur Petersen, innan av Saltnesi. Petur var bróður Petersen, próst.

Tann 14. november 1907 varð Poul Johannes borin í heim í teimum gomlu ættarhúsunum í Syðrutoftum, sum nú er burtur. Maria og Hans Jacob bygdu seinni á Brekkunum við Marknagilsánna, nakað vestanfyri Bedingina. Tey áttu 4 børn: Marionna (Lillian), Poul Johannes, Petur Frits og Berthu.

Eg minnist sum barn einki til Poul Johannes, tí tá var hann langt síðan farin norður til Havnar, har hann nú hevur búð í gott 70 ár. Í dag býr hann framvegi einsamallur í sínum egna húsi, og klárar seg við eini heimahjálp.

Mamma hansara og mamma mín vóru skyldar frá Miðgerði, og tí kom eg mangan, saman við mammu, í heimið við Marknagilsánna.

Poul Johannes var gróðursettur í einum umhvørvi, har javnaðarhugsjónin varð hávird, og hesi hugsjón hevurhann alt lívið verið trúgvur ímóti, ja, hann gongur enn víðari í hugsjónum sínum og heldur, at Føroyar fyrst av øllum eiga at gera seg leysar av øllum útlendskum yvirvaldi.

Sum 14 ára gamal fór Poul Johannes í krambúðina á Hvítanesi og arbeiddi har, til hann 4 ár seinni fór norður um fjørð at arbeiða í handlinum hjá mammusystur síni, Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu í Havn. Vetrarkvøldini nýtti hann til at læra seg bókhald o.a. hjá tí vællærda Olaf Petersen úr Fuglafirði.

Tað fyrsta, eg minnist Poul Johannes, var, tá eg undir krígnum gekk í Handilsskúla í Havn, har hann var kennari í bókhaldi. Poul Johannes var ein sera góður og avhildin lærari, ið aldri setti seg sjálvan »uppá tann høga hestin«, soleiðis sum nógvir lærarar høvdu fyri vana tá í tíðini. Hetta starv, sum kennari í bókhaldi, hevði hann langt út um pensiónsaldur. Poul Johannes var eisini í 30 ár bókhaldari hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, og tá tey hátíðarhildu 75 ára stovningardagin, gjørdu tey Poul Johannes til heiðurslim í felagnum.

Nógv er at skriva um Poul Johannes og hansara virksama lív. Undir krígnum, til dømis, tá hann var virkiseigari og hevði fólk í arbeiði hjá sær at gera pappírsposar í ymiskum støddum. Einaferð seinni, tá hesir frálíku pappírsposar langt síðan vóru farnir í søguna, spurdi eg Poul Johannes hvussu í verðini hann hevði fingið tað frálíka hugskot at fara undir Posavirkið. Tá svaraði hann stutt og greitt. Sum krambakallur var eg so »leddur og keddur« av at gera kramarhús, tí var tað!


Felagsskapsmaður hevur Poul Johannes altíð verið. Hann var m.a. við til at stovna B 36 á sinni. Tá tey herfyri hildu stóru 60 ára veitsluna, varð hann sjálvsagt boðin við, og hann tók av, tí tá ið sinnið er ungt, hava nærum 90 ár á baki einki at týða.

Fyri ungmannafelagið Merkið var Poul Johannes ein sera virkin nevndarlimur, og somuleiðis í Havnar Sjónleikarfelag gjørdi hann eitt stórt arbeiði, har hann var nevndarformaður í fleiri ár. Fyri ikki um at tala øll tey mongu hoyrispøl og sjónleikir, hann var við í gjøgnum árini, bæði barnaleikir, skemtileikir og sorgarleikir. Hann hevur altíð verið ein frálíkur »karaktersjónleikari«, bæði tá ið tað snúði seg um teir stóru, berandi leiklutirnar, men ikki minst í teimum smáu, nakað vit so sanniliga mugu ásanna, nú hann vísti sítt kynstur sum filmssjónleikari í heyst. Poul Johannes hevur altíð verið heilur, har hann var. Ein stillførur og avhildin mentamaður er Poul Johannes, ið ikki minni enn tvær ferðir hevur vunnið í ritgerðarkappingum hjá Fróðskaparsetrinum.

Poul Johannes er ein andans og hjartans Edelingur, og eg vil enda hesar reglur við at takka fyri stóra trúfesti hansara móti mær og mínum ígjøgnum hesa hálvu øld, vit hava kennst. Veri tú heilur og happadrúgvur.


Bergliot Petursdóttir