Poul Juel Djurhuus: Reiðari og formaður íFiskimnnafelagnum

Vit hava umrøtt fleiri av systkjunum hjá Poul Juel Djurhuus. Seinast var tað Christian Edvard, sum tók yvir Hotel Djurhuus frá pápabeiggjanum Hans Andreas Djurhuus. Fleiri børn og eitt abbabarn hjá Poul Juel eru grivin lið um lið í gamla kirkjugarði, og tí kunnu vit hava søguna um pápa og abba teirra í hesi røð

Hini systkini hjá Poul Juel vóru Hans Andrias, kendur sum skald, Janus, eisini kendur sum skald og sum sakførari, og Armgarð, sum giftist til Skúvoyar og gjørdist mamma til millum onnur Hákun Djurhuus, kendur sum politikkari og sum løgmaður 1963-67.

Í greinini, vit høvdu í næstseinasta parti um Vertshúsið, varð víst á brævaskifti millum fólk í ættini, sum upprunaliga átti hotellið. Tað skiltist, at tey ikki høvdu serliga gott orðalag til Hans Andreas “á Vertshúsinum”, sum arvaði hotellið. Men hetta kann eins væl vera orsakað av, at tey høvdu annars verið arvingar. Tað eru tó aðrar ábendingar um góð viðurskifti millum Hans Andreas og Olevinu, sum átti vertshúsið undan Hans Andreas.

 

Lívið á sjónum

Poul Juel var føddur 24. januar 1885, sonur Óla Jákup Djurhuus og Elsu Mariu Poulinu f. Poulsen, ættað úr Hósvík. Páll Nolsøe greiðir frá í siglingarsøguni, at Poul Juel tók skiparaprógv hjá Jens í Dali í 1911.

Hann var árini 1904-1908 við W.G. Marshall, sum Jóannes Hansen í Funningsstovu í Havn átti og førdi fyrst, og sum Hans Pauli Olsen, Palli á Lava, førdi seinastu tvey árini. Hanus í Rituvík keypti í 1909 Atlantic. Poul Juel var við honum hetta ár og árið eftir.

Í 1911 førdi Poul Juel Brestir, ex. Prosperous, hjá Dávur Davidsen á Kvíggjar­heyggi á Nesi. Bestimaður hjá Poul Juel var Jógvan Nybo á Hvítanesi, sum fórst við Nólsoy í 1934.

Árini 1912-1915 var Poul Juel bestimaður við Hanusi í Rituvík við Atlantic.

Poul Juel førdi árini 1916-1922 Pilot, sum Óli Petersen á Miðgerði í Fuglafirði hevði keypt, men sum hann skjótt seldi til bróðurin Sámal Petur, sum var ein av teimum stóru reiðarunum tá. Á sumri 1922 førdi Poul Juel Guiding Star.

Í 1922 keypti Poul Juel sluppina Harry úr Reykja­vík. Hon var bygd í Bologne í Frankaríki í 1893 og var merkt 125 brt. Hann førdi sjálvur Harry meginpartin av tíðini, til hann seldi skipið í 1929 til P.H. Dahl í Vági.

Í 1928 førdi Poul Juel deksbátin Lily, sum gjáar­menn áttu og Jens Evensen hevði leigað. Í 1929 var hann í Grønlandi við King Arthur hjá Christian í Hvannasundi, sum búði í Havn.

Poul Juel legðist nú uppi, men í 1944 var hann ein túr við Vesturvarða við bróðursoninum Dia á Vertshúsinum sum skipara.

 

Poul Juel sum fiskimanna­felagsformaður

Poul Juel var formaður í Føroya Fiskimannafelag árini 1935-1940. Hetta var eitt sindur sjáldsamt. Eitt var, at hann hevði verið skipari og bestamaður, men hann hevði eisini verið reiðari nøkur ár frammanundan. Hetta hava fiskimenn ikki mett sum nakra forðing.

Tíðin hjá Poul Juel sum formaður í fiskimanna­felagnum hevur ikki verið tann lættasta seinnapartin av 30-árunum. Hetta hevur eisini verið ein trupul tíð hjá felagnum, tí tað var klovnað í 1934, tá ið Suð­uroya Fiskimanna­felag fór burtur úr FF.

Poul Juel hevur eisini virkað fyri fiskimenn á einum breiðum grundar­lagi. Í 1937 ferðaðist hann sam­an við systkinabarn­in­um Poul Niclasen, blað­stjóra á Dimmalætting, í fiskasølu­ørindum í Italia, Grikka­landi, Írlandi, Hollandi, Jugoslavia, Ungarn og Tjekkoslo­vakínum.

Poul Juel var limur í Erhvervskommissonen, sum forsætisráðharrin Stauning setti 12. apríl 1938 til at kanna føroysk vinnuviðurskifti. Henda kommissión gav út seinni eina frágreiðing, sum fekk navnið Bláabók.

Tá ið Poul Juel tók við sum formaður í FF fyrst í 1935 var sáttmáli longu gjørdur fram til 1938. Seinast í 30-unum fóru skip umframt á snørisveiðu eisini at royna nýggjar veiðuhættir sum línu- og garnaveiða og snurpunót. Sáttmálar fingust fyri hesar veiðuhættir í 1938.

Í 1940 vóru drúgvar sáttmálasamráðingar. Ein trupulleiki var, at tað vóru tvey reiðarafeløg tá. Tað vit kenna í dag, og so eitt reiðarafelag fyri trolarar og garnaskip, sum beint tá var stovnað. Roynt varð at fáa ein betri sáttmála við nýggja felagið, men hetta gekk ikki væl í hond.

Tað gjørdi ikki støðuna lættari, at allir prísir hækkaðu nógv hesa tíðina. Hetta var bæði galdandi fyri útgerðina hjá skipun­um og fyri neyðsynjar­vørur. Fiskaprísurin hækkaði ikki í sama mun.

Her stóð í botni og semingsstovnurin mátti koma uppí. Tá kom fram hugskotið um at biðja danska statin tryggjað ein minstaprís fyri fiskin, og tá kom amtmaðurin eisini inn í myndina. Tá var prísurin um 40 oyru/kg fyri salt­fiskin, og amtmaðurin helt, at kanska kundi ríkiskassin tryggja 50 oyru. Men treytin var, at fiski­menn gjørdu ein sáttmála, har teir luttóku í útreiðslum.

Hetta gjørdist ein longri søga við nógvum samráð­ing­um og tvídrátttum. Her kom løgtingið eisini uppí og vildi tryggjað hendan prísin um danska stjórnin ikki gjørdi tað. Men tá kom týska hersetingin av Danmark, og harvið var danski ríkiskassin, og fyri so vítt eisini saltfiskur, úti av myndini.

Poul Juel var fyrst í 1941 avloystur av Dánjal Klein sum formann í fiskimanna­felagnum.

 

Skemtari

Høgni hjá Kjartan Mohr kendi væl Poul Juel. Hann tekur til hansara sum ein óføran skemtara. Hann kundi fortelja tær mest ótrúligu søgurnar. Nógvar vóru skrøgg eins og hjá pápabeiggjanum Hans Andreas á Vertshúsinum.

Hann hevur ikki verið sørur fyri yrkjaragávur. Høgni fortelur, at á um­­røddu ferðini í 1937 komu teir sum nevnt eisini til Grikkaland, har teir vitjaðu tey kendu fornminnini í Athen. Hesi hevði Janus Djurhuus yrkt nógv um, men hann kom ongantíð hagar. Poul Juel sendi tískil beiggjanum soljóðandi fjarrit:

 

Tað sum tú hevur yrkt um, tað havi eg sæð

Tú kemur aldri at síggja tað.

Á Akropolis borgum havi eg verið

Í Parthenon templinum eg míni ørindi geri.

 

Hetta seinasta skal skiljast sum, at hann kastar sær av vatninum! Tað var ikki bert Janus sum dámdi at arga.

Kona Poul Juel kallaðist Johanna Jacobina, ættað úr Nólsoy. Teirra børn, sum komu til, vóru Henry, Elvira, Jákup og Helena. Tey hava eisini átt Ole Christian og Sigrid Helene, sum eru deyð sum børn. Undir liðini á teimum í gamla kirkjugarði liggur Regin, sonur Henry.

Poul Juel doyði 3. Januar 1953.

 

 

Komandi partur

Komandi hósdag byrjar ein røð um Johan Christian Djurhuus og hansara børn.

Hann er kendur sum Faktorin í Klaksvík í hálva øld. Tí er hetta eisini ein partur av Klaksvíkar søgu